Minnist til at læsa bilin

Fleiri bileigarar hava í seinastuni upplivað, at onkur hevur stolið úr bilinum á nátt

Fólk í Gundadali hava seinastu tíðina upplivað, at fólk hava stolið úr bilunum seinastu tíðina.

 

Í nátt hevur onkur verið inni í einum bili og stolið GPS'aran úr bilinum umframt at hava tømt handskarúmið.

 

Av løgreglustøðini verður váttað, at málið er meldað.

- Vit kanna sjálvandi málið, men fyrst og fremst heita vit á fólk um at læsa bilin um næturnar, sigur vakthavandi.

 

Vakthavandi sigur, at slíkur stuldur verður javnan fráboðaður, men tey meta ikki, at trupulleikin er størri nú enn hann hevur verið.