Dagfinn Olsen
Í dag, 15. januar, verður minnisvarði avdúkaður sunnanfyri Viðarlundina í Havn. Hetta verður klokkan 14.
Hans Pauli Olsen hevur gjørt minnisvarðan, ið er til minnins um William Heinesen. Abbadóttir William, Elisa Heinesen, avdúkar minnisvarðan.
Listafelag Føroya við Helga Fossadal á odda hevur latið minnisvarðan gera og Helgi fer eisini at bera fram røðu.Tað fara Heðin M. Klein, skald, og Leivur Hansen býráðsformaður í Havn, eisini.
William var millum stovnarar og stuðlar í Listafelagnum, ið m.a. eigur lut í, at vit fingu Listaskálan.
William Heinesen fekst eisini við tónleik, umframt skaldskap og myndlist, og eftir avdúkingina, verður farið í Listaskálan, har Havnar Hornorkestur framførir Norsku Løvu eftir William Heinesen. Ove Olsen stjórnar.
Mangar av myndum hansara hanga eisini í Listaskálanum.