Úr Haraldsundi verður sagt, at um undirtøkan verður góð hósdagin, og tiltakið verður væl stuðlað, verður eydnuhjólið ætlandi tikið uppaftur fríggjadagin 10. mai klokkan 19.
- Um so verður, verður lýst við framhaldi, siga tey, sum standa aftanfyri Felagið Skarðsbygd.
Í Haraldsundi verður eisini søla av kaffi, te, breyði og køkum.
Nógvir góðir vinningar eru at vinna, eitt nú súkla, málningur, lomb í heyst, gávukort á 1500 krónur, døgurðamatur og nógv annað.
Minnisvarði
Felagið Skarðsbygd varð stovnað í september 2007. Endamálið er at reisa ein minnisvarða á Skarði - til minnis um teir, ið fórust tollaksmessudag 1913.
Í ár eru 100 ár liðin, síðani vanlukkuna, har allir arbeiðsførir menn í bygdini sjólótust.
Bygdin Skarð varð avtoftað hin 26. januar 1919.
Við bátinum vóru sjey mans, og eingin kom aftur.
Minnisvarðin er liðugur. Tað er Hans Pauli Olsen, ið hevur gjørt listarverkið.
Ætlandi verður minnisvarðin avdúkaður á Skarði hin 14. august í ár.