Fiskimannafelagið hevur havt landsfund í dag. Í formansgrágreiðing síni leggur Jan Højgaard, formaður, fram síni sjónarmið um nógv viðurskiftir hjá fiskimanninum í Føroyum.
Jan Højgaard sigur í frágreiðingini, at við verandi ætlan um uppboðssølu í samband við eina fiskivinnunýskipan, so verður grundarlagið tikið undan fiskivinnuni og tryggleikin verður tikin frá teimum familjum, ið liva av fiskivinnuni. Jan Højgaard metir, at bæði Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið hava góðan rætt, at siga sáttmálar upp til 1. januar í 2018, tí grundarlagið verður tikið undan teimum við verandi ætlanum.
Jan Højgaard kemur eisini inn á núverandi lønarviðurskiftir hjá sjómonnum. Um tað verður sæð burtur frá partinum av flotanum, ið forvinnur heilt nógvan pening, so er tað enn ein stórur partur av flotanum, ið ikki forvinnur nógvan pening í mun til longu tímarnar, ið teir leggja í arbeiðið. Umsett til tímaløn, er støðið á eini sjómansløn í stóran mun lægri enn ein tímaløn á landi. Jan Højgaard sigur, at vit eiga at flyta okkum burtur frá ímyndini av sjómanninum, ið forvinnur stórar peningarupphæddir afturfyri eitt letingalív og uppgávan liggur hjá Fiskimannafelagnum at upplýsa betur um viðurskiftini.
Jan Højgaard sigur í formansfrágreiðingini, at eitt tak eigur at takast fyri at fáa hýrurnar hjá tí mest sperda partinum av flotanum á eitt hægri støði, men at tað hjálpir ikki støðuni “at nakrir heilavaskaðir og minnivitandi apukattar ganga runt og skíra allar fiskimenn at verða nakrar bandittar, sum bara ríka seg upp av fólksins ogn” (sitat úr frágreiðingini).
- Tá eg sigi soleiðis, so meini eg við tey, ið hava eina sterka meining um fiskivinnuna og vilja kollvelta hana, uttan at taka atlit til ella lurta eftir okkum, sum virka í vinnuni. Hetta eru folk, sum eru uttanfyri fiskivinnuna, men halda seg vita betur um hana enn onnur. Vit verða ikki tikin uppá ráð, sigur Jan Højgaard.
Hann sigur víðari, at øll hava rætt til sína meining, men hetta er tað sama sum, at hann skuldi verið ónøgdur við nøkur viðurskiftir á sjúkrahúsinum og krevur at sleppa inn at gera eina skurðviðgerð. Tað hongur ikki saman, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.