Minst 40 deyð av sjálvmorðsbumbu

Ein sera ógvuslig sjálvmorðsbumbuspreinging var í einari mosku í afghanska býnum Maymana í morgun. Bumban brast, júst sum fólk vóru komin í moskuna at halda bøn, og myndugleikarnir siga, at minst 41 fólk, teirra millum fimm børn, doyðu.

Enn hevur eingin átikið sær ábyrgdina av atsóknini, men myndugleikarnir hava illgruna um, at tað var Taliban, sum sendi bumbumannin í moskuna.

Franska tíðindastovan skrivar, at sjálvmorðsbumbumaðurin var í afghonskum løgreglubúna.