Minst 5.000.000 kr. í lumman

SAMANLEGGING

Sambært tíðindaskrivinum, sum týsdagin varð sent føroysku fjølmiðlunum, so fáa gomlu partaeigararnir í Skipafelagnum 100 mió kr., sum part av samanleggingini. Nominelli partapeningurin í felagnum var annars 5.050 tkr. so runt roknað fáa tey, sum eiga partapening í Skipafelagnum, 20 krónur í hondina fyri hvørja krónu av partapeningi.
Sambært partafelagslógini skulu feløg í roknskapinum upplýsa, hvørjir eigarar eiga yvir 5% av partapeningi í einum partafelag. Hetta hevur skipafelagið eisini gjørt, og her framgongur, at talan er um fýra partaeigarar, sum hvør í sínum lagi eiga meira enn 5% av partapeninginum. Ein av hesum fýra er grunnurin til minnis um Zacharias Niclasen, meðan hinir tríggir eru persónarnir, Hans Andrias Dam, Tórshavn, Árni Joensen, Tórshavn, og Olaf Olsen, Glyvrar.
Tað ber ikki til at fáa staðfest, í hvønn mun ognarparturin hjá hesum er oman fyri tey 5%, men í krónum og oyrum merkir tað, at hesir persónar í minsta lagi fáa 5 mió kr. í lumman, nú samanleggingin av Eimskip og Skipafelagnum er veruleiki.