Politiið í Oslo hevur nú almannakunngjørt, at minst 80 fólk eru deyð á Utoya, og at talið framvegis kann vera hægri. Politiið hevur tikið tann 32 ára gamla Anders Behring Breivik úr Oslo. Hildið verður, at hann eisini stendur aftan fyri bumbustreinginga í miðbúynum.
Enn veit politiið ikki, um Anders Behring Breivik er einsamallur um hesa óhugnaligu ógerðina. Men hann varð tikin á Utoya, har hann - ílatin sum politistur, skjeyt frá hond og drap altso í minsta lagi 80 ungdómar.
Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, er djúpt sjokeraður. Utoya er ein oyggj, sum AUF, sum er ungmannafelagið hjá norska Javnaðarflokkinum, eigur og í meira enn 60 ár hevur brúkt til politiskar summarlegur fyri ungdómar. Jens Stoltentberg hevur sjálvur verið har hvørt summar síðani í sjeytiárunum. Eftir ætlan skuldi Jens Stoltenberg verið har í dag.
Á tíðindafundi klokkan 2:40 í nátt segði politistjórin, Øysten Mæland, at orsøkin til, at tey ikki fyrr enn nú kundu siga nakað alment um talið á deyðum á Utoya er, at tað hevur tikið so langa tíð at kanna økið. Men politiið óttast, at talið av deyðum kann vera enn hægri. Nógv, sum eru í viðgerð á sjúkrahúsum, eru sera álvarsliga skadd og kunnu doyggja.
Politistjórin segði eisini, at tað týdningarmesta beint nú er at nøkta tørvin hjá teimum avvarðandi.
- Hendan hendingin er heilt ekseptiónell. Nú snýr tað seg um at taka sær av teimum avvarðandi, sigur Øystein Mæland.