Minst hálvt ár afturat í húsavarðhaldi

Altjóða samfelagið fordømir avgerðina hjá burmesiska stýrinum at halda Aung San Suu Kyi í húsavarðhaldi

Aung San Suu Kyi skal sita í húsavarðhaldi í Rangoon í seks mánaðir afturat - fyri­bils.

Ta avgerðina tók hernað­arstýrið í Burma í gjár. Aung San Suu Kyi hevur sitið í húsavarðhaldi uttan steðg síðani tann 30. mai í 2003, og tilsamans hevur hon verið í húsavarðhaldi í 12 ár síðani 1990.

ST, ES og USA hava hvassliga forsømt avgerðina hjá hernaðarstýrinum at leingja húsavarðhaldið. Ban Ki-Moon, ST-aðalskrivari, sigur seg harmast avgerðina, og ES-talsmaðurin Piero Fassino sigur, at avgerðin er púra ógrundað og kann ikki góðtakast. George W. Bush, forseti, hevur heitt á hernaðarstýrið um at endur­skoða sína avgerð og at lata allar politiskar fangar leys­ar.