Umleið 200.000 nýggj arbeiðspláss komu afturat á amerikanska arbeiðsmarknaðinum í desember, og tað gjørdi, at um ársskiftið var arbeiðsloysið 8,5 prosent ella tað minsta tey seinastu trý árini.
Búskaparfrøðingar siga, at gongdin hevur verið betur, enn teir høvdu roknað við. Summir búskaparfrøðingar siga hetta vera eitt tekin um, at USA er um at koma aftur á beina kós búskaparliga, meðan aðrir vilja bíða eftir tølunum fyri januar, áðrenn teir siga sína hugsan.
Tíðindini um gongdina á arbeiðsmarknaðinum koma Barack Obama, forseta væl við, tí hansara mótstøðumenn hava lagt hann undir at gera ov lítið fyri vinnulívið. Men við teimum nýggju tølunum kann forsetin vísa á, at tað seinasta árið eru 1,6 millión arbeiðspláss komin afturat, og tá kann fáa týdning fyri hann, nú forsetaval verður í heyst.