? Sjálvandi fylgja vit við, hvat hendir. Men vit læsa okkum ikki fast í úrslitið.
Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið sessaðust aftur til samráðingar í gjár.
Og suðuri í Vági situr Ingeborg Vinther við ávísum spenningi og loddar dýpið.
Hon er formaður í Føroya Arbeiðarafelag og fyri hana hevur tað uttan iva týdning, hvat úrslitið verður av av samráðingunum á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Tí stutt eftir páskir skal hon sjálv til samráðingarborðið at tosa við arbeiðsgevararnar um ein nýggjan sáttmála.
Øll arbeiðarafeløgini hava sagt sáttmálan við arbeiðsgevararnar upp.
Umframt Føroya Arbeiðarafelag eru tað arbeiðsmanna og arbeiðskvinnufeløgini í Havn og í Klaksvík, sum hava sagt sáttmálan upp.
Talan er bæði um høvuðssáttmálarnar og sersáttmálarnar, sum eru uppasagdir.
Sáttmálin fer úr gildi Dýra biðidag, 30. apríl.
Minst 10% afturat í løn
Ingeborg Vinther sigur, at enn eru krøvini ikki gjørd upp.
Tað er heldur ikki avgjørt, um feløgini samráðast saman, ella hvør sær.
Men sjálvsagt verður eisini talan um lønarkrøv.
Hon sigur, at eftir hennara tykki kann talan als ikki verða talan um eitt minni krav enn eina lønarhækking upp á 10 %.
? Helst verður talan um eitt størri krav, men alt tað skal tosast um innanfelags.
Ingeborg Vinther leggur dent á, at arbeiðsgevararnir hava sjálvir lagt upp til lønarhækkingar.
Tað sum hon sipar til, er, at arbeiðsgevarafelagið var ráðgevari, tá ið sáttmálin við Føroya Tele varð gjørdur.
? Og tá ið arbeiðsgevararnir hava hækkað lønirnar hjá Føroya Tele yvir 9%, má tað takast sum ein greið ábending um, at teir eru sinnaðir at góðtaka lønarhækking til okkum eisini.
Spurningurin er so bara, hvussu stór, hon skal verða
? Í øllum førum kann kravið ikki verða niðanfyri 10%, sigur Ingborg Vnther.
Hon leggur afturat, at eisini tað, sum er hent á øðrum økjum, leggur upp til, at arbeiðaralønirnar eisini hækkað.
Umframt sáttmálan hjá Føroya Tele, hugsar hon um sáttmálan við løg- og búskaparfrøðingarnar, sum í vissum førum gav yvir 14% í lønarhækking. Og ikki minst sipar hon til, at lønirnar hjá løgtingslimum beint nú er hækkað 60%.
? So at tosa um eina lønarhækking uppá minni enn 10% til restina av arbeiðsmarknaðinum, kann als ikki koma uppá tal, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.
Hon vísir á, at fakfeløgini hava víst eitt ótrúligt samfelagssinnið í royndunum at fáa fiskivinnuna á føtur og hjólini aftur at mala.
? Lønirnar hjá arbeiðandi fólkinum hava staðið í nógv ár Samstundis hava príshækkingarnar verið stórar, so samanumtikið er keypiorkan fallin eini 25%.? Og nú framgongd aftur er í samfelagnum, er tað heilt nátúrligt, at vit fáa ein part av tí, sigur Ingeborg Vinther. Vit góðtaka ikki, at tað bara skulu vera reiðarar og fiskimenn, sum fáa ágóðan av framburðinum í landinum.
Lurti ikki eftir
Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag er yvirhøvur ikki samd við formannin í Búskaparráðnum, við Løgmann ella við arbeiðsgevararnar sum mæla til lagalig lønarkrøv, tí annars gongur tað útyvir okkara kappingarføri. Sagt verður, at hækka lønirnar í Føroyum meiri enn lønirnar í londunum, vit kappast við, tvs 2-3% um árið, versnar okkara kappingarføri.
? Eg lurti als ikki eftir slíkum. Úttalilsið hjá Bjarna Olsen er helst bílagt og eg haldi, at tað var meiri sparikassastjórin heldur enn tann óhefti formaðurin í Búskaparráðnum, sum úttalaði seg. Tí hatta er akkurát bensin á bálið hjá arbeiðsgevarunum.
Ingeborg Vinther sigur, at tað vísir seg, at hvørja ferð samráðingar eru fyri stavn, verður ein ella annar ?profetur? sendur í følmiðlarnar at boða frá, at tað ber ikki til at hækka lønirnar.
Hon sigur, at ein lønarhækking beinir ikki fyri kappingarførinum. Vit eru á veg at blíva eitt láglønarsamfelag. Og eg veit onki um, at tað eru láglønarsamfeløgini, sum standa seg best fíggjarliga. Har gongur tað bara skeivan veg sigur Ingeborg Vinther.