Fótbóltsfeløgini kring landið hava í seinastuni havt úr at gera við at fyrireika seg til at lata minstukrøvini inn til FSF. Í ár er fyrstu ferð, at feløgini, ið hava sítt besta lið í 2. deild, skulu lata minstukrøvini inn.
Gingið gott
Fríði Nielsen, varaaðalskrivari í Fótbóltssambandinum, sigur, at tað hevur gingið gott við at fáa tilfarið sendandi frá feløgunum.
- Vit hava brúkt eitt sindur av tíð upp á at vegleiða serliga 2. deildarfeløgini, tí tey ikki hava roynt hetta áður, men tað hevur gingið gott, sigur Fríði Nielsen.
Hann greiðir frá, at FSF hevur allatíðina havt ein følara úti hjá feløgunum fyri at vita, hvussu tað hevur gingið, og somuleiðis hevur Fótbóltssambandið havt ein kontaktpersón í teimum einstøku feløgunum, ið hevur havt ábyrgdina av júst hesum málsøki í tí einstaka felagnum.
Eftir at alt tilfarið um minstukrøvini var komið FSF í hendi týsdagin, hevði umsitingin hjá Fótbóltssambandinum tríggjar vikur at fara ígjøgnum tilfarið í, áðrenn tað verður lagt fyri loyvisnevndina hjá FSF, sum skal endaliga gera av, um tey einstøku feløgini lúka minstukrøvini, og harvið fáa loyvi til at taka lut í landskappingini í fótbólti 2005.
Loyvisnevndin hjá FSF hevur fund 14 mars, og tá fer nevndin at taka endaligu avgerðirnar, um feløgini lúka krøvini.