Mintist næstan einki

Ein av teimum fimm ákærdu i málinum er ein føroyingur, sum ákæruvaldið hevur keypt rúsevni og skuldi luttaka í smuglingini í ætlaðu smuglingini við Norrønu í juni í ár.
Hesin hevur ikki sitið varðhaldsfongslaður.
Mánadagin seinnapartin varð hann avhoyrdur, men tað gekk sera trekt hjá ákæranum at fáa spurningarnar svaraðar.
Maðurin varð mest spurdur um sambandið millum hann og hin føroyingin, sum sambært politinum skuldi taka ímóti.

Nógv sms
Politiið hevði fingið útskrift av útgangandi sms-um frá hinum føroyinginum og til hansara. At kalla hvørja ferð var svarið, at hann mintist ikki, um hann hevði svarað. Ákærin segði, at lívligt sms-samband hevði verið millum teirra.
Maðurin viðgekk at hava keypt tablettir av slagnum Ritanil frá hinum føroyinginum. Tað hevði hann gjørt, tí hann hevði ADHD og heilivágurin gjørdi honum væl.
Hann hevði keypt fleiri ferðir. Nøkur sms avdúkaðu, at hann stóð i peningaskuld til hin, og tað viðgekk hann. Hann hevði framvegis ikki goldið skuld sína.
Spurdur um øll sms-ini svaraði hann vistu væl, at okkurt skuldi koma til landið, men hann visti ikki hvat. Hin hevði fleiri ferðir biðið hann hjálpt til við at koyra og annað, men hann hevði ikki svarað, segði hann.
Ákærin rak framundir, at hann ferðaðist í misbrúkaraumhvørvinum og nevndi onkrar vinmenn. Hon helt seg eisini kunna týða okkurt sms, sum sent varð um Summarfestivaltíðina, sum viðmerking til, at ein maður varð tikin fyri narko á festivalinum.
Annars hevði maðurin 20 hassjplantur, tá ið hann var tikin. Tí kundi hann ikki nokta fyri.