Minningarløta
Tað vóru eini álvarsom boð, sum bórust mánakvøldið 7. februar, tá Jøkulfell sendi út neyðarkall norðanfyri Føroyar.
Hesa myrku og køldu náttina kom farmaskipið í vandasjógv og sakk einar 55 sjómíl úr landi.
Hóast bjargingararbeiðið, so gav Norðuratlantshavið hesa løtuna seks sjómonnum eina váta grøv, og læt familju og starvsfelagar teirra eftir í djúpari sorg.
Fimm av manningini bjargaðust, meðan fýra teirra vórðu funnir druknaðir, og tveir teirra komu ikki afturíaftur.
Til tess at minnast hesar sjólætnu menn, og fyri at vísa virðing mótvegis familjum teirra, varð skipað fyri serstøkum minningarhaldi umborð á sjóverjuskipinum Brimli týsdagin 5. juli á somu leið, sum Jøkulfell sakk.
Umborð á sjóverjuskipinum vóru, umframt manningina, avvarðandi og orlogsprestin, eisini umboð fyri reiðaríið.
Á staðnum
Brimil var eisini við í bjargingararbeiðinum í februar mánaði, og var tí ein natúrligur karmur um minningarhaldið 5. juli.
Minningarhaldið, ella minningarferðin byrjaði henda týsmorgunin kl. 9:30, tá skiparin umborð á Brimli, Jan A. Kristoffersen og manning hansara løgdu frá landi av Fuglafirði og settu kós móti staðnum, har Jøkulfell sakk.
Siglt varð í einar tveir tímar. Um 11:30 tíðina, tá komið varð fram til staðið, har Jøkulfell sakk, vórðu maskinurnar steðgaðar og alt fólkið umborð kom fram á dekkið.
Eftir hetta varð ringt við skipsklokkuni og minningarhaldið kundi byrja.
Harri yvir deyðum og livandi
Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur úr Lamba og sum virkar sum orlogsprestur luttók eisini í minningarhaldinum.
Hann var somuleiðis við, tá teir fimm, ið yvirlivdu vanlukkuna komu í land, og hann var tí eisini við til minningarhaldið umborð á Brimli.
Í sambandi við hetta segði hann nøkur orð, har hann tók støði í einum orði úr Rómverjabrævinum kapittul 14 og ørindini 7 til 9, har skrivað stendur so:
Tí at eingin av okkum livir sær sjálvum, og eingin doyr sær sjálvum. Tí at um vit liva, so liva vit Harranum, og um vit doyggja, so doyggja vit Harranum; annaðhvørt vit tí liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til. Tí at til tess doyði Kristus og varð livandi aftur, at hann skuldi verða harri bæði yvir deyðum og livandi.
Hann las síðani nøvnini upp á teimum seks, sum sjólótust í vanlukkuni. Eftir hetta vórðu blómur og kransar lagdir á sjógvin, sum ein gravstaður fyri teir deyðu, og serliga tveir teirra, sum ikki komu afturíaftur.
Eftir hetta var ein løta givin til tøgn og bøn, til minnis um hesar sjómenn pápar, synir og menn sum havið soleiðis tók.
Hesir sjólótust við Jøkulfell
Tá farmaskipið Jøkulfell sakk 7. februar 2005 sjólótust íalt seks av manningini.
Tveir av manningini, Andres Truu og Vladimir Pamshev vórðu ongatíð funnir aftur.
Hinir fýra vórðu funnir og síðani jarðaðir í lokalu kirkjum sínum. Teir vóru: Toomas Variksoo, Nikolay Volkov, Aleksandr Beljakov og Urmas Koningsberg.