Minuttir á muni á lítlum kilometri

Á stutta teininum, sum tað á ólavsøku verður kappast á, er tað stórur munur á tíðunum frá einum ári og til annað

3.52.00. Sambært hagtals yvirlitinum á heimasíðuni drekin.fo er 901,3 metra teinurin av Argjahøvda og inn undir Skipafelagið eina ferð rógvin í so góðari tíð. Tað var á ólavsøku í 1992, tá ið 10-mannafarið Skálabáturin setti hetta metið.

Tað verður mett lítið sannlíkt, at 16 ára gamla ólavsøkumetið hjá Skálabátinum ella ólavsøkumet í nakrari av hinum bátastøddunum verður tikið í morgin.

- Eitt er venjingarstøðan hjá rógvarunum. Um tað bara var hon, sum var avgerandi, so kundi okkurt metið verið sett hesa ferð. Men streymur, ætt og vindstyrki hevur nógv at siga. Um hann er undan, eru fyritreytirnar bestar fyri góðum tíðum. Veðurmaðurin sigur frá landssynningi, og millum lítlum og ongum vindi. Róðrarlíkindini verða ivaleyst góð, men tað verður ikki rættuliga undan, og harvið verður neyvan talan um nakað met, verður sagt av teimum, sum hava skil fyri veðrið og kappróðri.

Í Havnar Róðrarfelag hava teir áður sagt, at besta ættin til kappróður á ólavsøku er vestan. Tá er góð lívd at leggja bátarnar undir Argjahøvda, og tá rógva teir undan. Tá ið Skálabáturin setti metið í 1992, var hann vestan, og tað var frískur vindur. Uttan at taka nakað frá óføru skálamonnunum, so sigur tað seg sjálvt, at veðrið var í parti við teimum fyri sekstan árum síðani.

Onkra ferðina hevur verið um reppið, at metið hevur verið tikið. Næstbestu tíðina eigur Havnarbáturin, sum á ólavsøku í 2001 vann við 3.52.03. Ormurin eigur av góðum grundum einki met á ólavsøku. Tað var ikki fyrrenn í umrøðuni av kappróðrinum undan ólavsøku í fjør, at tíðindini bórust í hesum teigum um, at Sámal Hansen, bátasmiður, skuldi strekkja kjøl til 10-mannafar til Róðrarfelagið Knørrur


Ikki altíð so neyvt

Tá ið tosað verður um mettíðir í kappróðri, so undirstrika teir serkønu, at tað ikki skal leggjast so nógv í tíðirnar, sum tað eitt nú verður gjørt í svimjing, renning og súkkling.

Róðrartíðirnar eru eisini skrásettar frá tí tíðini, tá ið tað bara var leysur startur. Tá kom tað meiri enn so fyri, at bátarnir vóru farnir nakað inn um startmálið, tá ið skotið geltið.

Á ólavsøku hevur tað verið fastur startur síðani 1979. Í fyrraárið varð nýggjur fastur startur lagdur, og hann verður eisini nýttur í ár.

At tað í so mong ár hevur verið fastur startur átti at borið við sær, at kappróðrartíðirnar á ólavsøku áttu at verið neyvari, enn tær kanska hava verið á øðrum stevnum.

Tað er heilt undarligt, hvussu stórur tíðarmunirnir hava verið í ymsu róðrunum. Í fleiri kappingum hevur tíðin í 1985 verið tann lakasta. Umstøðurnar at rógva vóru ikki góðar hetta árið.

Fína yvirlitið hjá drekin.fo vísir, at tíðin hjá Skálabátinum í 1992 var 40 sekund betri, enn vinnaratíðin hjá Nólsoyingi var í 1985!

Ørvur rakk í 1999 bestu vinnaratíðina hjá 8-mannaførum. 4.03.21 var 39 sekund skjótari, enn tíðin hjá Knørri í 1985!

Sølmundur vann í 1983 kappingina millum 6-mannaførini við monnum við tíðini 4.15.40 ella 47 sekund betri tíð, enn tann hjá Hósvíkingi var í 1985.

Jarnbardur eigur bestu tíðina hjá 6-mannaførum við kvinnum. 4.21.12 í 1995 var ein minutt og 40 sekund skjótari enn tíðin hjá Gongurólvi í 1985!

Aldan vann í 1981 kappingina millum 5-mannaførini við kvinnum við tíðini 4.38.40. Lakasta vinnaratíðin var í 1975. Tá var tíðini hjá Svani 5.48.30 ella ein minutt og 10 sekund lakari. Tó skal undirstrikast, at í 1975 var talan ikki um fastan start á ólavsøku.

Tá ið Súlan í 1994 róði málið við bestu tíðini nakrantíð í kappingini millum 5-mannaførini við dreingjum, var tíðin – 4.14.68 – ein minutt betri enn tann hjá Bylgjuni í 1985!

Kappingin millum 5-mannafør við gentum hevur bara verið trý tey seinastu árini. Hvassi eigur bæði bestu og lakastu tíðina. Besta tíðin var í 2006 – 4.57.04 – og lakasta tíðin var í 2007. Hon var 5.02.13.

Mánadagin fæst at síggja, hvussu tíðirnar hesa ferð fara at verða á 901,30 metra teininum.