Í morgunsendingini hjá Rás2 fríggjadagin, fara Mirjam Pætursdóttir og Barbara Holm at sleisa í Klaksvík saman við Jógvani Hansen
Vitjanin hjá Rás2 í Klaksvík í farnu viku gekk so mikið væl, at nú vilja Mirjam Pætursdóttir og Barbara Holm sleppa aftur til Klaksvíkar.
Rás2-kvinnurnar fara at sleisa runt í Klaksvík saman við poppsangaranum Jógvani Hansen, og hann fer at vísa teimum runt og greiða frá sínum barnaárum í Klaksvík. Lokalar stjørnur verða vitjaðar, og okkurt surprise verður eisini á skránni.
Morgunsendingin er á Rás2 frá kl. 09.00 - 12.00 fríggjadagin.