Tjóðveldi hevur boðað frá, at flokkurin fer at leggja misálitisuppskot frá á Jenis av Rana eftir útsøgnir hansara um, at hann ikki kundi stuðla formanninum í danska Konservativa flokkinum at gerast forsætisráðharri í Danmark, tí at hann er samkyndur.
Høgni Hoydal boðaði eftir hetta frá, at Tjóðveldi fór at leggja fram misálitisuppskot á landsstýrismannin, um løgmaður ikki koyrdi hann frá. Síðani hevur hann sagt, at misálitisuppskotið eisini snýr seg onnur mál, so sum arktiska politikkin hjá landsstýrinum, sum Jenis av Rana hevur lagt fram í Íslandi og karmsáttmálin við Ísland, sum hann hevur skrivað undir, í báðum førum uttan at hava ráðført seg við uttanlandsnevndina.
Fyrsti tingfundur eftir fólkatingsvalið var fríggjadagin, men tá varð misálitisuppskotið ikki lagt fram. Høgni Hoydal segði, at tað var tí, at Løgtingið ikki var fullmannað. Í dag klokkan 10 er aftur tingfundur, og roknað verður við, at misálitisuppskotið tí verður lagt fram.
Løgmaður hevur átalað Jenis av Rana, men einki bendir á, at hann fer at gera meira við málið.
Tað er ikki vanligt, at bíðað verður í drúgva tíð at leggja eitt misálitisuppskot fram. Tingskipanin leggur eisini upp til, at eitt misálitisuppskot er eitt mál, sum skal avgreiðast alt fyri eitt.
Um so verður, at Høgni Hoydal leggur misálitsuppskot á Jenis av Rana fram í dag, so verður dagsskráin fyri Løgtingsfundin broytt. Tingskipanini sigur soleiðis í grein 47 um misálitisuppskot:
§ 47. Uppskot um misálitisváttan á løgmann ella landsstýrismann sbrt. stýrisskipanarlógini § 29, stk. 2, og § 30 skal verða lagt fram skrivliga á løgtingsfundi.
Stk. 2. Skráin fyri løgtingsfundin verður tá alt fyri eitt broytt soleiðis, at hetta mál verður sett á skránna at vera næsta mál á sama fundi, og verður, tá umrøðan endar, farið beinleiðis til endaliga atkvøðugreiðslu í málinum. § 61, stk. 4, er ikki galdandi í hesum førum.
Tingfundur er í dag, í morgin og hósdagin. Skráin fyri fundin í dag er hendan:
Tingfundur
Dagsskráin, týsdagur, 08. november 2022, kl. 11:00
1 Atkvøðugreiðsla SS-002/2022 - Vandamiklar sparingar á heilsuøkinum
2 1. viðgerð LM-015/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingjan av tíðarskeiðnum fyri endurrindan av meirvirðisgjaldi í sambandi við keyp av orkuvinarligum motorakførum)
3 1. viðgerð LM-016/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Áseting og stigvís hækking av virðisgjaldinum á orkuvinarligum motorakførum)
4 1. viðgerð LM-017/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Broyttur skattastigi og øktur barnafrádráttur)
5 1. viðgerð LM-027/2022 - Uppskot til ríkislógartilmæli um anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af lov om ændring af konkursloven og forskellige andre love (rekonstruktion m.v.) og dele af lov om ændring af konkursloven, lov om Lønmodtagernes Garantifond og lov om lønmodtagernes retsstilling ved virksomhedsoverdragelse (Værneting ved gældssanering og ændringer i rekonstruktionsreglerne som følge af covid-19).
6 1. viðgerð LM-028/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum o.tíl. í sambandi við dagføring av konkurslógini fyri Føroyar (Gjaldsteðgur og neyðskuldarsemja verða broytt til endurskipan, reglur um trotabúsbann verða settar inn í grannskoðaralógina)
7 1. viðgerð LM-029/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum í sambandi við umskipan av Føroya Kærustovni (Avtøka av kærunevndini hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini, Høvuðsbarnaverndarnevndini og Tvingsilsnevndini)
8 Framløga
Viðmerkingar
LM-015 og 016/2022 verða viðgjørd undir einum og beind í Fìggjarnevndina
LM-017/2022 verður beint í Fíggjarnevndina
LM-027 og 028/2022 verða viðgjørd undir einum og beind í Rættarnevndina
LM-029/2022 verður beint í Rættarnevndina