Tað er sannlíkt, at tingfundurin í dag kann gerast rættuliga sermerktur á tann hátt, at hvør einstakur løgtingslimur skal brúka sína atkvøðu til at viga løgmann.
Andstøðan hevur arbeitt við einum misáliti á løgmann, og tað verður væntandi lagt fram á tingfundinum, sum byrjaði klokkan 10 og fer fram í løtuni.
Sambært tingskipanini steðgar øll onnur tingviðgerð í som løtu eitt misálit verður lagt fram. Tingið skal tá viðgera uppskotið um misálit beinanvegin.
Keldur hjá Miðlahúsinum vilja vera við, at tað er rættuliga sannlíkt, at misálitið verður reist, hóast andstøðan ikki frammanundan hevur tryggjað sær ein meiriluta fyri tí.
Uppskotið um misálit er orðað, og tekur støði í handfaringini hjá løgmanni av málinum um Skálafjarðartunnilin.
Talan er um eina røð av viðurskiftum, sum andstøðan metir vera so grundleggjandi skeiv, at neyðugt er at taka tað evsta stigið, sum er at reisa misálit móti løgmanni.
Enn er ikki greitt, um andstøðan stendur samlað um misálitið móti Kaj Leo Holm Johannesen.
Einaferð fyrr er misálit reist á Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann. Tað var 31. mars í 2010, tá Høgni Hoydal, Jenis av Rana og Kári P. Højgaard í felag settu fram misálit á løgmann. Tá var grundgevingin, at politiska støðan hevði verið merkt av fullkomnum ruðulleika í longri tíð. Tað misálitið fall við 11 atkvøðum fyri og 19 atkvøðum ímóti.
FAKTA: Stýrisskipanarlógin sigur soleiðis:
§ 29. Loystur skal verða úr embæti løgmaður ella landsstýrismaður, ið biður um tað. Løgtingsformaðurin loysir løgmann úr embæti, og løgmaður loysir landsstýrismann úr embæti.
Stk. 2. Løgmaður kann eisini í øðrum førum loysa úr embæti landsstýrismann og skal loysa landsstýrismann úr embæti, um tað við atkvøðugreiðslu í løgtinginum, har ið meira enn helmingur av øllum tingmonnum atkvøður fyri, verður samtykt, at løgtingið ikki longur hevur álit á landsstýrismanni.
§ 30. Um tað við atkvøðugreiðslu á løgtingi, har ið meira enn helmingur av øllum tingmonnum atkvøður fyri, verður samtykt, at løgtingið ikki longur hevur álit á løgmanni, skal løgmaður biðja løgtingsformannin loysa seg úr embæti.
FAKTA: Grein 47 í Tingskipanini sigur soleiðis:
§ 47. Uppskot um misálitisváttan á løgmann ella landsstýrismann sbrt. stýrisskipanarlógini § 29, stk. 2, og § 30 skal verða lagt fram skrivliga á løgtingsfundi. Stk. 2. Skráin fyri løgtingsfundin verður tá alt fyri eitt broytt soleiðis, at hetta mál verður sett á skránna at vera næsta mál á sama fundi, og verður, tá umrøðan endar, farið beinleiðis til endaliga atkvøðugreiðslu í málinum. § 61, stk. 4, er ikki galdandi í hesum førum.