Misbrúkar ikki arbeiðssteðgin til at trýsta prísin i botn

? Men arbeiðssteðgurin kostar okkum ein hóp av pengum, m.a. tí vit fáa ikki keypt so nógvan fisk, sigur stjórin, Meinard Jacobsen

? Hetta er ein løgin skuldseting. Men tað er onki hald í henni.

Fiskaprísirnir eru nógv falnir seinastu tíðina.

Og tað eru nógvir fiskimenn, sum geva Fiskavirking skyldina.

Teir siga bart út, at nú so nógvir keyparar bæði í Norðoyggjum, Suðuroynni, Sandoynni og Vágoynni ikki fáa keypt á uppboðssøluni, misbrúkar Fiskavirking støðuna til at trýsta prísirnar í botn.

Hetta avsannar stjórin í Fiskavirking, Meinard Jacobsen avgjørdur.

Men hann dylir ikki fyri, at arbeiðssteðgurin ávirkar teir nógv, og kostar teirmum nógvan pening.

? Sambandið millum oyggjarnar gongur ikki sum vant.

? Tað ger, at avskipingar verða seinkaðar, og yvirhøvur ger arbeiðssteðgurin tað trupult at arbeiða.

? Somuleiðis er støðugur vandi fyri samhugaverkfalli av ymsum slag, sum verða fráboðað við stuttari ávaring. Tað ger, at vit tora illa at at keypa, tí vandi er altíð fyri, at vit koma at liggja innibrend við honum, um samhugaverkfall verður.

Meinard Jacobsen sigur, at tað hevur gjørt, at Fiskavirking hevur keypt minni fisk, enn teir annars høvdu ætlað.

? Og tað sigur seg sjálvt, át táið støðan er so trupult, ávirkar tað prísirnar.

? Men vit noyðast at bjóða sum onnur, og tað eru ikki vit, sum leggja prísstøðið, sigur stjórin í Fiskavirking. So at siga at vit gera okkum dælt av arbeiðssteðginum, er ikki rætt, sigur Meinard Jacobsen.


Nátúrlig lækking

Á Fiskamarknaði Føroya verður upplýst, at prísurin er fallin í seinastuni.

Sjálvir ivast teir ikki í, at arbeiðssteðgurin ger sítt til prísfallið.

? Men tað er avgjørt ikki høvuðsorsøkin.

? Sjálvandi ávirkar tað prísirnar, at allir ikki fáa keypt. Men m.a. hevur tað eydnast at flytafisk til Norðoyggjar so teir hava ikki verið heilt útihýstir

? Tað mesta prísfallið er av heilt náttúrligum orsøkum, sigur Høgni Hansen á Fiskamarknaðurin.

? Tað er vanligt, at prísurin fellur hesa tíðina.

Víst verður á, at nú gýtingin er liðug, er fiskurin altíð meiri rak og illa fyri.

? Tað ger, at úrtøkan verður eini 4-5% minni, tá ið hann verður skorin til flak.

Somuleiðis er so nógv væta í honum, at verður hann saltaður, svinnur hann eini eini 10% meiri enn vanligt.

? Alt í alt ger tað, at úrtøkan verður rættiliga nógv minni enn vanligt og tað ávirkar sjálvandi prísirnar.

? Og somuleiðis er páskasølan av saltfiski ligug

Høgni Hansen sigur, at tað er høvuðsorsøkin til prísfallið.

Hann sigur, at prísfallið hevur verið hampiliga stórt.

T.d. nevnir hann, at tað er ikki langt síðani, at prísurin á toski 3 var 16 krónur, nú er hann 13 kr. Tann minni toskurin er eisini fallin einar tríggjar krónur, úr 12-13 kr. kilo niður í 9 kr. Og tann stóri toskurin hevur ligið um 17 krónur fyri kilo, nú er hann 14-15 krónur fyri kilo.

Hinvegin er ikki nógv hýsa seld. Men tann, sum varð í farnu viku, gekk fyri topp-prís tvs, 15-16 krónur fyri kilo.

So Høgni Hansen er ikki við uppá, at nakar misbrúkar støðuna til at trýsta prísirnar í botn.

? Eg vænti aldrin, at skipini høvdu selt, um prísurin fór niður um eitt vist, sigur hann.