Føroyar ganga trý pláss aftur á FIFA-styrkilistanum, eftir nøkur misjøvn avrik í Nations League. Føroyar eru nú nummar 98 á listanum, sum telur 211 lond.
Føroyar hava í seinnu hálvu av hesum árinum spælt seks dystir í Nations League, har tað bleiv til fimm stig. Seinastu fýra dystirnar bleiv tað bara til tveir javnleikir og tvey tap. Tað hevur kostað á FIFA-styrkilistanum. Føroyar eru nú eitt pláss frammanfyri Palestina, meðan India er eitt pláss frammanfyri.
Belgia er framvegis nummar eitt á listanum, meðan Frakland og Brasil eisini halda fast í eftirfylgjandi plássunum. Men tað kundi eisini verið verri fyri Føroyar, tí á 211. og aftastaplássi er San Marino.