Jógvan Isaksen trýr ikki uppá, at meir ráðgeving og pengar kunnu tryggja eitt hægri støði á føroyskum bókaútgávum. Tað, sum vit fyrst og fremst hava brúk fyri, er eitt veruligt kjak millum bókafólk um, hvussu útgávuvirksemi í Føroyum yvirhøvur skal skipast framyvir, heldur hann.
Fyrsta bókin skal til
Sjálvur heldur Jógvan, at vit eiga at tryggja okkum, at so nógv og so ymisk forløg, sum til ber, fáa møguleika at geva sínar bøkur út.
- Tað inniber nátúrliga, at dygdin verður misjøvn, men við nøgdunum av útgávunum økist eisini møguleikin fyri, at tær góðu verða fleiri og ikki minst, at tú kanst halda eitt vakið eyga við potentiellum góðum høvundum.
Vandin fyri, at ein avmarkandi og stýrandi útgávupolitikkur ger av við hesar møguleikar, er alt ov stórur, heldur Jógvan. Tí mælir hann eisini harðliga frá at fara víðari við tankanum um at skipa eitt stórt alment forlag eitt uppskot, sum meir enn eina ferð hevur verið frammi í kjakinum um føroyska bókaútgávu. Hansara royndir sum ritstjóri í út við 30 ár hava lært hann, at tað ofta skal ein bók til, áðrenn ein góður rithøvundur veruliga fær luft undir veingirnar.
- Tað vísir seg javnan, at bara tað at fáa eina bók útgivna gevur høvundanum neyðuga sjálvsálitið og orkuna til at fara víðari og gera tað betri næstu ferð. So ger tað minni, at dygdin á fyrstu bókini kanska var ivasom, um hon letur upp fyri víðari menning.
Ávarar
Mentanargrunnur Studentafelagsins hevur í ár givið 10 fagurfrøðiligar bøkur út. Samanumtikið er Jógvan nøgdur við útgávurnar, hóast hann ásannar, at onkur kundi verið meir heilskapað. Øll handritini hava tó fingið drúgva viðgerð og ráðgeving frá forlagnum, og uttan iva hevur tað ofta bøtt um og verið ein hjálp hjá høvundunum, heldur Jógvan. Hinvegin er tað ein spurningur, hvussu nógva meining tað gevur at halda á at ráðgeva, um høvundurin ikki hevur tað í sær, sum skal til.
- Stjórin á rithøvundaskúlanum, Poul Borum, plagdi at siga, at hann ætlaði sær ikki at læra nakran at gerast rithøvund, tí tað er nakað, tú ert frammanundan. Spurningurin er, hvussu tú fært tað fram, sigur Jógvan, og vísir á, at aftur her tykjast so nógvar og so fjølbroyttar útgávur at vera gongda leiðin.
Jógan ásannar, at forløgini áttu at fingið so mikið av peningi at arbeitt við, at tey fáa arbeiðsfrið og eitt slag av undirskotstrygd. Men so heldur ikki meira. Tað kann vera freistandi at draga stórar almennar upphæddir inn í bókaútgávu, men vit mugu ikki gloyma, at tað tá oftast eisini fylgja politisk áhugamál við. Og tá eru veruliga vandi á ferð fyri eini einsháttan av skapanarhuginum, sum ongin kann vera áhugaður í, ávarar Jógvan.