Misjøvn úrslit hjá føroysku útisetunum

Fótbóltur: Hjá føroysku leikarunum í bestu íslendsku deildini royndist vikuskiftið væl, meðan tað gekk minni væl hjá summum av okkara monnum, sum royna seg í ávíkavist Danmark og Noreg

Tað gongur bara væl hjá Jens Martin Knudsen, Una Arge og Allan Mørkøre í íslendsku kappingini. Bæði Leiftur við Jens Martini og Una, og ÍBV við Allani vunnu sunnudagin 1-0.

Allan Mørkøre, sum spælir við íslendsku greipuvinnarunum ÍBV, var við á liðnum hjá ÍBV, sum á heimavølli í Vestmannaoyggjunum vann 1-0 á Keflavík. Við sigrinum hevur ÍBV nú 17 stig, og tað er tað sama sum oddaliðið KR, sum tó hevur betur málurtøku, so at ÍBV liggur næstovast á stigatalvuni.

Teir báðir í Leiftri, Jens Martin Knudsen og Uni Arge, vóru á vitjan í Grindavík, har tað eydnaðist Leiftri at vinna 1-0. Málið kom fýra minuttir fyri leiklok, og tað var ein av brasiliansku leikarunum hjá Leiftri, sum stútaði eitt innlegg frá Una Arge á stongina og víðari í málið, sambært linjuverjanum. Leikararnir hjá Grindavík vóru stak ónøgdir við avgerðina hjá linjuverjanum, men lítið hjálpti tað, tí dómarin dømdi mál til liðið av Ólafsfirði. Við sigrinum kom Leiftur upp á 12 stig, og liðið liggur nú á triðjaplássinum í íslendsku kappingini.


Todi tapti og Julian spældi ikki við

Liðið hjá Toda Jónssyni, FC Keypmannahavn, royndi seg sunnudagin í Intertoto-kappingini ímóti polska liðnum, Polonia Warszawa, á heimavølli. Dysturin var leiktur framman fyri hálvttriðjatúsund áskoðarum á Gentofte Stadion, men hann gjørdist einki serliga minniligur fyri FCK, sum mátti taka til takkar við einum ósigri upp á 0-3.

Dysturin var annars rættuliga javnur, og tað stóð eisini á jøvnum væl út í seinna hálvleik. Tá fingu polakkarnir tvey skjót mál, og stutt fyri leiklok fingu polakkarnir enn eitt mál, so at úrslitið gjørdist 3-0 til Polonia Warszawa, sum harvið má sigast at vera komið víðari í kappingini.

At felagið hjá Toda ikki leggur so nógv í europeisku kappingini, er neyvan nakað dulsmál, og besta prógvið um hetta er, at hópurin hjá FCK bert hevði vant eina ferð undan dystinum móti polakkunum. Hetta gjørdi, at fleiri av leikarunum hjá FC Keypmannahavn ikki høvdu nógvar orku eftir seinastu løtuna av dystinum. Hvussu stóran leiklut Todi spældi í dystinum, hevur tað ikki eydnast okkum at funnið fram til, men vit hava tó fingið at vita, at Todi spældi við í dystinum.

Landsliðsfelagin hjá Toda, Julian Johnsson, slapp hinvegin heldur ikki hetta vikuskifti at royna seg á besta liðnum hjá felagi sínum Kongsvinger. Botnliðið í norsku kappingini tapti aftur, og hesaferð var mótstøðuliðið Strømgodset, sum á heimavøllinum hjá Kongsvinger, Gjemselund, vann 4-2. Um hetta er eitt tekin um, at Julian er millum teir spælararnar, sum vera settir á sølulistan hjá norska felagnum er enn ikki greitt, men sum vit skrivaðu leygardagin, so ætlar Kongsvinger at selja millum fimm og átta av sínum leikarum.