Viðmerkingar
Odd Eliasen ? ÍF
Spælið hjá okkum hekk væl saman. Eg haldi ikki, vit høvdu nakað veikt punkt. Móttøkurnar komu væl upp til mín, og tí lá væl fyri at heva. Eisini hevði eg alla tíðina fleiri leikarar at heva til, og tað gjørdi, at blokkurin hjá teimum ikki fekk nakað serligt burtuúr. Einasta var, at vit servaðu alt ov nógvar servur út um vøllin. Tað man vera tí, vit ikki eru vanir við høllina. Vit løgdu ongan serligan taktikk áðrenn dystin, men vit skuldu spæla fjølbroytt, og annars taka tað, sum tað kom. Vit høvdu allir væta okkum nógv størri mótstøðu, tí eingin skal ivast í, at Mjølnir kann spæla nogv betur enn hatta. Men hetta var okkara dagur.
Trygvi Poulsen ? Mjølnir
Vit eru sjálvandi ógvuliga skuffaðir av okkum sjálvum. Spælið hjá okkum kom ongantíð rættiliga í gongd, men her skal einki takast frá ÍF. Teir spældu sera væl. Í øllum dystinum vunnu vit bara 5 blokkar, og tað sigur eisini nakað um álopsstyrkina hjá teimum og so sjálvandi nakað um okkara blokk. Hvørja ferð vit nærkaðust, so gjørdu vit onkra villu, ella fall onkur døming ímóti okkum. Vit máttu alla tíðin kempa fyri okkara stigum, men hjá teimum fall alt nógv lættari. Vit spæla undir miðal, eingin ivi um tað, men ÍF hevði við hesum spælinum helst havt vunnið dystin kortini. Vit kunnu ikki annað ynskja teimum til lukku við steypafinaluni, og so taka vit føroyameistaraskapin.