Misjavnir prísir

Meginparturin av tí, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, var trolfiskur, og tað mesta var frá fýra trolbátum, sum høvdu verið á Skeiva Banka, har teir høvdu fingið væl av havtasku. Tilsamams seldi marknaðurin góð 20 tons av havtasku, og prísurin var góður - millum 36,30 krónur og 36,78 krónur fyri kilo í meðal.

Hini fiskasløgini fingu ikki góðan prís í dag. Umleið 30 tons vóru av toski. Toskur II og III fóru fyri ávikavist 14,87 krónur og 14,07 krónur í meðal, og meðalprísurin fyri tosk IV var 12,78 krónur.

Av hýsu vóru eini 25 tons, men prísurin var lágur. Hýsa II fór fyri 9,81 krónur og hýsa III fyri 8,04 krónur í meðal.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin 105 tons í dag fyri eina millión og 670.000 krónur.