Misjavnt við tí danska rappinum

Danir hava fleiri bólkar, sum skriva og spæla rapptónleik, og hesin tónleikastílur var eisini væl umboðaður á Nibe Festivalinum

Nibe: Í brennandi sólskini tíðliga seinnapartin hósdagin spældu Nik og Jay á stóra pallinum í Nibe, og tað sást, at teir eru blivnir eitt av stóru nøvnunum í donskum tónleiki, eftir teir hava havt  ikki bara eitt ella tvey  men fleiri hitt á donsku hitlistunum.
Nógv ungfólk varð savnað frammanfyri pallin, og tey livdu væl við í framførsluni hjá rappbólkinum á pallinum.
Nik og Jay hava fýra tónleikarar afturat sær til framførslurnar á festivalum í summar, og bólkur spældi væl. Framførslan hjá teimum báðum frontmonnunum var eisini góð, hóast teir við sínum eitt sindur arroganta stíli ikki virka sum teir mest sympatisku rappararnir. Men helst er eitt ein partur av spælinum, og fólkini, sum lurtaðu, tóku teir rættiliga til sín.
Tónleikurin hjá Nik & Jay er rættiliga danskur, og evnini, teir taka upp, kunnu av og á virka eitt sindur platt. Men løgini eru fungera væl, og teir duga sera væl at fanga fólk við góðum niðurløgum, sum tey kunnu syngja við til.

Teir gomlu vóru best
Ein annar danskur rappbólkur, sum hevur verið nakað frammi í Danmark seinasta árið, men sum ikki enn hevur vunnið sær sama status sum Nik & Jay, er The Loft. Teir høvdu eitt risahitt við sanginum City of Dreams, har teir samplaðu tónleik frá Midt om natten hjá Kim Larsen.
Tað var ikki nakað serligt flog yvir framførsluni hjá The Loft í Mánalýsis-teltinum, men tað vóru onkrir glottar ímillum, og rapparin Kuku var framúr góður. Stóra hittið hjá teimum varð spælt sum eykanummar, og tá var gott lív í.
Ein av teimum gomlu rappbólkunum í Danmark hevði tó eina framførslu, sum var í einum flokki hægri enn teir nýggu bólkarnir. Østkyst Hustlers spældu í tí stóra teltinum, og bæði fullum orkesteri og blásarum blástu teir alt um koll. Tað hoyrist í hvørjum tóna og hvørjum sangi, at hesin bólkurin var ótrúliga væl fyri og hevði dyggar royndir at spæla og undirhalda fólki.