– Mismunur skal burtur

Løgtingið skal í dag viðgera eitt uppskot til samtyktar frá Sjálvstýrisflokkinum, so giftir pensjónistar ikki skulu vera fyri vanbýti, samanborið við samlivandi pensjónistar.

Løgtingið skal í dag viðgera eitt uppskot til samtyktar frá Sjálvstýrisflokkinum, so giftir pensjónistar ikki skulu vera fyri vanbýti, samanborið við samlivandi pensjónistar.

– Man hevur sæð ígjøgnum fingrar við, at sambúgvandi fáa tað sama sum støk, so vit mugu lyfta hin partin upp, sum eru hjúnini, so tey ikki skulu blíva við at vera fyri vanbýti, sigur Kári P. Højgaard, sjálvstýristingmaður.

– Tað kostar kanska einar 60 milliónir krónur, sum kann ljóða sum ein stór upphædd, men er talan um ein skeivleika, eiga vit sum politikarar sjálvandi at rætta hann.

Sum sagt, verður uppskotið viðgjørt í løgtinginum í dag, og tað verður helst beint í trivnaðarnevndina, sum skal viðgera tað, áðrenn tað aftur kemur fyri tingið til samtyktar.

Hoyr samrøðu við Kára P. Højgaard við at trýsta á pílin undir myndini.