Í gjárkvøldið kappaðist Randi Kúrberg í spjótkast. Hon hevur ment seg nógv seinastu tíðina, og bara í ár hevur hon bøtt um kast sítt við trimum metrum. Men støðið síðani seinastu oyggjaleikir er hækkað rættiliga ógvusligt, og tað sást millum annað aftur í tí, at kravið til finalupláss hesaferð var góðan metur hægri enn tað, sum gav bronsuheiðursmerki seinast. Kravið var, at spjótið varð kastað góðar 38 metrar, men tá longsta kastið hjá Randi var 34,84 metur, so var hetta ikki nóg mikið. Tað skal tó sigast, at bara einaferð áður hevur Randi fingið eitt betri úrslit, og tað var til kapping uttanlands fyrr í ár, tá hon tveitti omanfyri 36 metur.
Tað gekk eisini sum ætlað, tá hon tveitti tey bæði fyrstu spjótini, men tveitast skuldi fyri triðju ferð, var neyðugt hjá henni at satsa, um hon skuldi fylgja við hinum, og tá miseydnaðist kastið.
Persónliga vóru úrslitini tó góð, men kortini Randi rættiliga misnøgd, tá hon var liðug at tveita.
– Eg veit ikki hvat eg skal siga, og tá tað er soleiðis er tað nokk tí, at eg ikki eri serliga nøgd, segði Randi. Erliga greiddi hon frá, at hon hevði roknað við einum finalusessi.
– Ikki minst tá tað vóru 14 luttakarar seinast, og eg kom í finaluna tá, meðan tað hesaferð einans vóru tíggju. Men eg kom ikki í finaluna, og setti heldur ikki føroyskt met, so beint nú er lítið at fegnast um, staðfesti fámælta Randi Kúrberg.