Misnøgd við Helle sum forsætisráðharra

Næstan annarhvør dani er misnøgdur við Helle Thorning-Schmidt sum forsætisráðharra. Í einari meiningakanning, sum Epinion hevur gjørt fyri danska kringvarpið, siga 47 prosent av teimum spurdu, at eftir teirra tykki hevur hon ikki røkt uppgávuna væl. 37 prosent siga hinvegin, at hon hevur roynst væl.

Epinion hevur eisini spurt fólk, um tey vildu havt Lars Løkke Rasmussen aftur í embætið. 41 prosent siga ja.

Undan valinum vildu 37 prosent hava Lars Løkke Rasmussen at halda fram , og onnur 37 prosent vildu hava Helle Thorning-Schmidt at loysa hann av. Nú siga 28 prosent, at tey vilja hava hana at halda fram aftan á næsta val.