Misnøgd við pávavitjan

Í Italia er tann politiska andstøðan misnøgd við, at Silvio Berlusconi, forsætisráðharri, skal vitja Benadikt páva 16. seinni í mánaðinum.

Andstøðan sigur tað vera óheppið, at forsætisráðharrin skal á pávavitjan bara fjúrtan dagar undan italska tjóðartingsvalinum, sum verður tann 9. apríl, tí andstøðan ivast ikki í, at Berlusconi fer at misbrúka vitjanina í valstríðnum. Tað kann fáa týdning, tí veljarakanningar vísa, at tað er sera lítil munur á stjórnarsamgonguni og andstøðuni.

Tað er kortini ikki so, at Berlusconi hevur fingið eina persónliga innbjóðing frá pávanum. Men forsætisráðharrin skal í Vatikanið í sambandi við, at fleiri evropeiskir høgrapolitikarar halda fund í Rom, og pávin hevur boðið teimum øllum innar á gólvið, skrivar AP úr Rom.