Fríggjanáttina klokkan hálvgum fýra fekk løgreglan ta fyrstu fráboðanina um teir báðar misnýtararnar, sum leitaðu eftir heilivági í Havn.
Ein maður kom framvið línu- og snellubátinum, og hann sá, at heilivágskassin lá dekkinum. Hann boðaði løgregluni frá, og hon fann tveir mans við lummunum fullum av heilivági. Hesir vórðu tiknir á støðina til avhoyringar, men vórðu leyslatnir beinanvegin.
Teir høvdu brotið ein rút niður í lugarið, har teir høvdu tikið ymiskt úr heilivágskassanum. Harumframt høvdu teir tikið neyðrakettir og neyðbluss, sum teir tó høvdu tveitt frá sær, áðrenn løgreglan fann teir. Hundurin hjá løgregluni tevjaði seg tó skjótt fram til rakettirnar og blussini.
Eisini høvdu menninir verið í stýrhúsinum og leitað, men har var einki at finna.
Fóru á landssjúkrahúsið
Tá teir báðir menninir, sum vóru 41 og 30 ára gamlir, sluppu av støðini, hildu teir beina leið út á landssjúkrahúsið. Har fóru teir upp á deild 8, sum er intensiv deild. Á deildini høvdu teir leitað í øllum skápunum og í rullikassunum, sum verða nýttir til at trilla heilivágin runt á stovurnar til sjúklingarnar.
Teir høvdu tó ikki tikið nakað á landssjúkrahúsinum uttan ein frakka hjá einum av starvsfólkunum. Hetta vóru somu menn, sum høvdu verið umborð á Ægir.
Løgreglan metir hetta sera álvarsamt, tí sjúklingarnir, ið liggja á deild 8, eru sera viðbreknir, og teir eiga altíð at liggja trygt.