Tað er forsetafrúan í Nigeria, sum avdúkar, at hon ætlar at taka pengarnar úr einum barnahjálpargrunni, sum hevur fingið pengar frá ST. Forsetafrúan, Stella Obasanjo, hevur sjálv stovnað barnahjálpargrunnin, sum hevur fingið pengar frá teimum báðum ST-grunnunum UNICEF og UNESCO.
Avgerðin hjá forsetafrúuni hevur vakt stóran ans víða um heimin, og tað bøtir ikki um umdømi hennara, at tað samstundis er komið fram, at hon er í ferð við at byggja grunni sínum ein skrivstovubygning fyri 385 milliónir krónur. Bygningurin verður bygdur í nigeriska høvuðsstaðnum Abuja. Ein talskvinna hjá UNICEF sigur tað vera harmiligt, at pengar, sum eru ætlaðir neyðstøddum børnum, skulu verða misnýttir til onnur óviðkomandi endamál.
Tær nýggju avdúkingarnar fara heldur ikki at økja áhugan fyri vakurleikakappingini í desember, sum longu frammanundan er rakt av fleiri avboðum. Higartil hava umboðini úr Spania, Fraklandi, Belgia, Sveits og Danmark boðað frá, at tær fara ikki at taka lut í kappingini fyri at mótmæla deyðadóminum ímóti teirri 31 ára gomlu Aminu Lawal. Hon er dømd at verða steinað til deyða, tí hon fekk eitt barn uttan fyri hjúnarlag.