Misnýtti børn í 41 ár

Ein 70 ára gamal maður úr Sorø, Danmark, varð í dag ákærdur fyri at misnýta nýggju gentur síðan 1968.

70 ára gamli maðurin misnýtti gentur, frá tær vóru trý ára gamlar. Neyðtøka, blúnisbrot og annað vóru millum ákærirnar ímóti manninum. Rættarmálið byrjar í dag, skrivar bt.dk.

 

Fyrsti tilburðurin var í tíðarskeiðnum 1968-1971. Maðurin neyðtøk tá eina gentu, ið var umleið fýra ára gomul, tá mýsnýtslan byrjaði.

 

Sjálvt um 69 ára gamal misnýtti maðurin seinastu gentuna. Eftirsum at seinasti tilburðurin er so mikið nýggjur, er møguleiki fyri at teir gomlu ikki metast sum aveld, hóast slík mál gerast ov gomul til rættarmál aftan á nøkur ár.

 

Maðurin fær sín dóm fríggjadagin.