Miss Føroyar finalan nærkast

Nú styttist til vakrasta genta í Føroyum skal kjósast.

Miss Føroyar finalan verður leygarkvøldið

29/5 í TB-Húsinum, har allar 8 damurnar úr undanumførunumfara á pallin. Tað hava verði 4 góð og spennandi undan umførð.

Miss Suðuroy, Miss Sandoy, Miss Streymoy og Miss Norðoy, skulu nú

kappast í TB-Húsinun um hvør skal gerast 1 og 2.

Og sostatt eisini um, hvør skal bera heitið Miss Føroyar 2010.

Tær hava tvey sett av klæðum at vísa fram, og koma

at ganga á einum stórum og palli, sonevndum catwalki, og nógv verður gjørt burturúr ljósunum, so sum tað hóskar seg til slíkt kvøld.

Eyðun Nolsøe fer at spæla og so verður hann eisini frásøgumaður, og Dj Andrusj fer at standa fyri tónleikinum.

 

Tær sum skulu kappast eru:

 

Aleksandra Maricak

Anna Sømark

Arnina Kjærbo

Isabella Joensen

Marta Anthoniussen

Miriam Við Kvíggjá

Sára Olsen

Súsanna Nilssen