7. juni verður finalan í Miss Universe Danmark, har 25 ungar kvinnur kappast um at umboða Danmark í stóru altjóðu vakurleikakappingini Miss Universe. Millum tær er 20 ára gamla Monika Midjord Nolsøe úr Vági.
Les eisini: Vágbingur skal kappast um at blíva Miss Universe
Nú ber til at atkvøða um, hvør av teimum 25 skal vinna heiðurin "Miss Photogenic", sum er ein síðukapping. Mynd av øllum umboðunum er at síggja ovast í greinini.
Atvøð HER.
Føroyska Monika Midjord Nolsøe liggur í løtuni á einum triðja plássi við eitt sindur meira enn túsund atkvøðum.
##med2##