Missa ein hóp av arbeiði av landinum

? Vit hava longu mist eina last av landinum, og tað er stórur vandi fyri, at missa fleiri afturat, sigur Fiskavirking

? Tað er onki at ivast í, at hetta kemur at kosta okkum ein hóp av arbeiði.

Á Føroya Fiskavirking siga tey, at tað kemur illa við, at kongafiskurin úr Irmingarhavinum ikki fær tann vanliga studningin í ár úr landskassanum.

Annars hevur landsstýrið í fleiri ár latið virkjum 1,25 kr. í studningi fyri kilo av kongafiski, sum tey keypa frá føroyskum skipum úr Irmingarhavinum.

Men í ár verður hesin studningur ikki latin.

Og tað kemur illa við hjá teimum, sum keypa hendan kongafiskin.

Tí tað vísir seg ikki sum um tey føroysku virkini, í hvussu so er ikki enn, eru rættiliga kappingarfør, tá ið tað kemur til at keypa fisk frá skipunum, sum fiska kongafisk í Irmingarhavinum.

Fiskiskapurin eftir kongafiski í Irmingarhavinum er byrjaður.

Enn eru bara tveir trolarar farnir í hendan fiskiskapin, teir eru Boðasteinur og Phoenix.

Fyribils er Boðasteinur farin at avreiða.

Men hann kemur ikki til Føroyar við lastini, hann fer til Skotlands.

Hann liggur nú í Lochinver í Skotlandi, har fiskurin verður lagdur upp og síðani verður fluttur beinleiðis á størstu uppboðssølu í Evropa, tað í Bologne í Fraklandi, har lastin verður seld.

Í næstum skal Phoenix eisini avreiða og í skrivandi løtu er óvist, hvar hann endar.

Á Fiskavirking verður sagt, at tey fingu ikki bjóða nógv nógv fyri tey 75 tonsini hjá Boðasteini og tí selur hann uttanlands.

Og tey ivast eisini í, um tað eydnast teimum at fáa fatur á Phoenix.

Har halda tey, at tað er stórt spell, at studningurin á Kongafiski er tikin av, tí tað kemur at kosta eina rúgvu av arbeiði á flakavirkinum á Tvøroyri.

Ikki minst fer tað at kosta arbeiði, seinni, tí væntandi fara fleiri føroysk skip í Irmingarhavið at royna.

? Hetta kemur stak illa við hjá okkum, ikki minst tí vit hava keypt eina kongafiskalinju til virkið á Tvøroyri fyri 3 milliónir uppá tað sama, verður sagt á Fiskavirking.

Har verður hildið, at ein studningur uppá 1,25 kr. fyri kilo av irmingarhavskongafiski er væl latin, tí tað allarmesta fer útaftur í arbeiðsløn.

Ikki minst hevði tað komið væl við at fingið eitt sindur av kongafiski úr Irmingarhavinum, nú fiskiskapurin eftir kongafiski annars er farin heilt í botn.


Hevði gjørt undurverk

Sigurð Simonsen, reiðari á Boðasteini sigur, at Fiskavirking kundi ikki bjóða teimum meiri enn 4, 25 kr. netto í miðal fyri lastina.

Men á uppboðssøluni í Bologna vænta vit at fáa einar átta krónur fyri netto.

? Hevði studningurin verið, kom prísurin í Føroyum upp á 5,50 netto og tað hevði gjørt undurverk.

? Fyri ein slíkan prís, vænti eg, at vit høvdu valt tað tryggu loysnina og høvdu avreitt í Føroyum, heldur enn at selt á uppboði, tí tað er altíð ein ávís óvissa, sigur Sigurd Simonsen-ikki minst um talan er um stórar lastir, leggur hann afturat. Heldur tó, at hesin studningurin skuldi verð latin?

? Eg sigi ikki, at studningur skal latast, tí vit hava nógvar møguleikar at selja. ?Men vit kunnu staðfesta hvørja ávirkan tað hevur, at hann ikki er, sigur reiðarin í Fuglafirði.

Tað hevur ljóðað, at ætlanin var at lata skipunum studningin ístaðin fyri virkjunum, sum higartil.

Men Sigurd Simonsen sigur, at hann hevur spurt fiskimálastýrið um hetta.

Og haðani var svarið at tey vistu einki um slíkar ætlanir, sigur Sigurd Simonsen.

Úr fiskimálastýrinum fingu vit tíverri onga viðmerking