Missir Javnaðarflokkurinmál síni á gólvið?

Mangt bendir á, at vit í Javnaðarflokkinum eru ov lin ella dovin, tá tað snýr seg um at standa saman um mong av teimum góðu málunum.

Nýggj kommunuskipan

Í Javnaðarflokkinum hava vit leingi sæð, at neyðugt var at gera ein nýggjan kommunubygnað í hesum landi. Flokkurin valdi nøkur fólk at arbeiða við hesum.

Álit kom frá bólkinum, og tað fekk góða undirtøku og viðgerð millum flokslimirnar. Uppskotið varð einmælt samtykt á landsstevnu floksins í Trongisvági 1997. Á landsstevnuni í læraraskúlahøllini árið eftir varð samtyktin aftur viðgjørd, og har løgdu flestir luttakarar dent á, at neyðugt varð at leggja ætlanina so tíðliga fram, at hon fekk ta neyðugu viðgerðina manna millum, so hon kundi búnast. Men enn røkist einki fyri nakrari almennari umrøðu ella viðgerð av hesum máli.


Fjølmiðlarnir viðgera málini men ikki okkara

Dag og dagliga hoyra vit um týdningarmikil mál í fjølmiðlunum, men umtalan er grundað á dagsskránna hjá samgonguni, og ætlan Javnaðarfloksins sýnist ikki at vera til. Millum fólk sýnist, sum ætlanin hjá landsstýrissamgonguni, og uppskotið hjá Eilif Samuelsen er einasti og óvikandi háttur at skipa kommunurnar í framtíðini.


Eru vit samd?

Eru vit samd við landsstýrissamgonguna og kommunubólkin hjá Eilif um nýggjan kommunubygnað, so er sjálvsagt at tiga og samtykkja. Men flokkurin er ósamdur. Flokkurin hevur sítt egna uppskot, men duga vit at kunngera boðskap okkara so væl, at hann fær innivist í huganum á fólki? Eg haldi ikki. Duga vit ikki at gera málini áhugaverd hjá pressuni, so mugu vit leggja meiri orku í at læra okkum at gera fjølmiðlarnar varar við okkum. Tøgnin er drepandi.


Vandi á ferð

Eg eri stórliga bangin fyri, at tey, eftir mínum tykki, vánaligu, ja, skaðiligu uppskotini hjá hinum bæði um støðuna í ríkinum og støðuna hjá teim føroysku kommununum eru við at fáa so fast tak í huganum á veljarunum, at tungt verður at broyta hugsan, tá tann avgerandi løtan kemur um ikki so langa tíð.


Okkara politikkur

á dagsskránna nú

Okkara politikkur má koma á dagsskránna nú. Vit mugu fara út sum ein rødd at tala okkara sak ikki minst um kommunubygnaðin.


Ongin serstakan áhuga fyri kommunumálum?

Viðhvørt hugsi eg við mær sjálvum, at tað var illa, at vit ikki fingu ein einasta politikkara valdan á ting, sum hevur serstakan áhuga fyri kommunumálum. Eitt er so púra vist, at eydnast tað framvegis okkara mótstøðufólkum og pressuni at skíra javnaðarfólk at vera í móti øllum og ræðast alla nýskapan, so tapa vit, og tað er stór synd, tí vit hava framvegis tey bestu argumentini.


Virknari flokk

Tað er tvingandi neyðugt, ja, lívsneyðugt, at okkara løgtingslimir fara nógv virknari til verka. Tey eru vald at tala okkara sak, vald at seta javnaðarmál á skránna. At hopa undan krevur nógv meira orku enn at argumentera umaftur og umaftur fyri tí, tú trýrt uppá.


Tingmanning burturav

Tingmanningin er nú tingmanning burturav. Alt annað starv er við nýggju skipanini hjáputur, sum bert kann styrkja førleikan í løgtingsstarvinum. Tí eigur flokkurin við tí dugnaligu manning, hann í grundini hevur á tingi, og við tí nógva dugandi fólkinum, hann eigur uttan tinggátt, at skipa seg, so at allir føroyingar vita, at Javnaðarflokkurin er virkin á øllum økjum, at einki mál er ov lítið, men at ein hópur av stórmálum, sum liggja á láni, mugu fáast fram í ljósið aftur. Tað kann ikki forsvarast, at vit lata alt tað góða, sum var bygt upp fer fyri bakka og allur framburður steðgar, ja, beinleiðis líðir tagnardeyðan, meðan samgongan heldur eldin brennandi við sínum fullveldistosi.

Tað ringasta, sum kann henda, er, at fólk síggja javnaðarumboðini á tingi sum grenj og afturhaldandi, tí tað yvirlivir ein javnaðarflokkur ikki.


Javnaðarhugsjónin skoðar altíð frameftir

Javnaðarhugsjónin er í síni natúr skoðandi frameftir. Sjálvsagt skal ansast eftir, at oyðileggjandi kreftirnar sleppa ikki at bróta niður, men besta vápnið er framvegis at vísa á gongdar leiðir, ótroyttiliga at vísa á uppskot, sum gera umstøðurnar betri hjá vanliga fólkinum.


Pressan setur dagsskránna

Sum Kato á sinni fari eg at taka uppaftur og uppaftur.

Eg: Tað nyttar einki at hava tey bestu argumentini og tær bestu loysnirnar, um vit ikki samstundis eru nóg dugnalig at bera boðskapin út. Tann størsta uppgáva okkara sum flokki er nú at gera okkum áhugaverdar hjá pressuni, tí hon setur í øllum førum dagsskránna. Tað er hon, sum avger, hvat er áhugavert, og hvat skal viðgerast.

Okkara generatión í flokkinum hevur eina ómetaliga ábyrgd.


Hans Jørgensen