Misskilta jagstranin í Sjónvarpi Føroya

Í blaðnum leygardagin høvdu vit eina rættleiðing til tíðindini í Degi og Viku mánkvøldið og týskvøldið í síðstu viku. Tá hevði sjónvarpið innslag um, at Sosialurin førdi eina »herferð móti Hermanni Oskarsson«, tí hann á ráðstevnu hjá Norðuratlantsbólkinum á Christiansborg skal hava sagt, at blokkurin er skaðiligur

Vit fíltust á, at sjónvarpið bar rong tíðindi og manipuleraði við Sosialinum hendan dagin. Sjónvarpið misbrúkti yvirskriftina á forsíðuni, sum sjónvarpsmaðurin segði snúgva seg um Hermann Oskarsson. Orðini vóru: »Øsir danir upp móti føroyingum«.

Yvirskriftin vísti til samrøður við løgmann, varaløgmann og fíggjarmálaráðharran, sum allir vístu á, at teir hildu, at Tjóðveldisflokkurin við at flyta føroyskan politikk niður til Danmarkar »øsir danir upp móti føroyingum«. Hetta hevði einki við Hermann Oskarsson at gera!
Eg gjørdi mær eisini tann ómak at ringja til sjónvarpsmannin og vísa á mína misnøgd. Hann gav mær rætt í, at tað helst ikki var rætt at vísa á okkara »matarlepa« og at tað heldur ikki var relevant at vísa myndir av blaðhúsinum hjá Sosialinum ? fyri at gera innslagið meira dramatiskt. Hann segði, at hann helt, at vit ikki høvdu gjørt okkara journalistiska arbeiði nóg væl, men at »kritikkurin var noteraður«. Kortini valdi hann aftur at gera sama mistak týskvøldið ? aftur at manipulera við forsíðuni hjá Sosialinum, sum einki hevði við málið um Hermann Oskarsson at gera.

Í grein í blaðnum í dag setir Høgni í Jákupstovu, journalistur í Svf, seg sum dómara yvir okkum, og vísir á, at vit ikki gera okkara journalistiska arbeiði til lýtar, og at hann »stendur fast við, at Sosialurin eisini var partur í einari hetz og jagstran av einum almennum persóni, sum varð skyldugur í at hava sagt sína meining í Danmark«.

Lat meg beinanvegin viðganga, at vit ikki eru lýtaleys á Sosialinum ? eins væl og eingin annar fjølmiðil er tað. Men tá Høgni í Jákupsstovu fer so langt sum at siga, at vit fremja »karaktermorð«, so fær tað meg at ivast í, hvør tað er, sum setir dagsskránna.

Setningurin hjá Bjarna Djurholm um Hermann Oskarsson átti helst ikki at verið við. Men harfrá at fara at generalisera alt at snúgva seg um hendan persónin, tað er ov langt úti. Hava politikarar úr Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum nú ikki loyvi at kritisera Tjóðveldisflokkin fyri hansara virksemi í Danmark?


Vit hava als ongan áhuga í at leggja eftir Hermanni Oskarson. Tað hevur heldur ongan týdning fyri okkum, um hann er tjóðveldismaður ella okkurt annað.
Men vit góðtaka ikki at verða løgd undir hesa »herferð«, og vit góðtaka heldur ikki at vera orsøkin til skeivan boðskap frá ráðstevnuni hjá Norðuratlantsbólkinum. Vit høvdu fólk á staðnum sum skrivaði frá stevnuni. Okkara fólk hevur so ikki mett, at tann parturin, sum snúði seg um blokkstuðulin og Hermann Oskarsson var tað týdningarmesta, so vit kunnu ikki verða orsøkin til, at so nógv fólk hava fingið hetta skeivt í hálsin.
Orsøkin er kanska at finna hjá fyrireikarunum sjálvum. Í Fregnum valdi skrivarin hjá Norðuratlansbólkinum í fyrstu útgávu eftir ráðstevnuna við feitum stavum at endurgeva Jørn Astrup Hansen, bankastjóra, fyri at siga, at »Blokkstuðulin er skaðiligur«?
Hesum vísti Jørn Astrup Hansen aftur í blaðnum í gjár.

Tað er harmiligt, at tað er so trupult hjá sjónvarpsmanninum at viðganga, at hann gjørdi eitt mistak. Var talan ikki um eitt mistak, so var tað tilætlað at Sjónvarp Føroya leggur Sosialin undir hesa herferð. So kunnu vit bert staðfesta, at so hevur Høgni í Jákupsstovu ein trupulleika.

Eirikur Lindenskov,
blaðstjóri