Løgreglan steðgaði í nátt einum bili, sum var so illa skøddur, at førarin fer helst at missa koyrikortið.
Løgreglan sigur, at tá ið bilurin varð steðgaður, sóu tey, at tað eina dekkið var so illa slitið, at jarntráðurin kom ígjøgnum.
Vanliga fáa bilførarar bót fyri at koyra við dekkum, sum eru ov illa slitin. Men løgreglan heldur kortini at máti skal vera við, tí tá ið eitt dekk eru so illa slitin, at jarntráðurin kemur undan, kann tað fara hvørja løtu.
Tí verður lagt upp til, at bilførarin skal missa koyrikortið treytað. Tað merkir, at hann kann framhaldandi koyra bil. Men hann skal taka koyrikortið av nýggjum, áðrenn tríggjar mánaðir eru farnir, annars verður tað tikið.
Annars er kravið, at mynstrið í dekkinum skal vera minst 1,6 millimetrar.
Men løgreglan sigur at um veturin, frá 1. desember, til 30. apríl, eru treytirnar harðari, tí tá er kravið, at mynstrið í dekkinum skal vera minst tríggjar millimetrar, annars er dekkið ólógligt. Hetta er kortini bara galdandi, tá ið vandi er fyri hálku. Men tá ið vandi er fyri hálku, er tað heldur ikki loyvt at koyra við summardekkum yvirhøvur hesa tíðina frá 1. desember til 30. apríl.