Mistøkini kosta

Venjarin hjá VÍF, Jónleif Sólsker, var sjónliga frusteraður eftir dystin í Kollafirði. Ein dystur, har vestmenningar fingu ein sjáldsama stóran avsmurning, og ein dystur, sum staðfesti, at tað kanska ikki er av tilvild, at VÍF í løtuni er niðasta liðið á stigatalvuni.
- Eg veit ikki, hvat tað er, sum gongur galið. Okkara spælarar tóktust uppsettir undan dystinum, men kollfirðingarnir eru sera raskir, og vit fáa ongan tíð fatur á teimum.
- Samstundis gera vit eitt hav av feilum, og Gert er sum eitt fok frameftir vøllinum, meðan okkara als ikki renna aftur. Og tað sleppur tú sjáldan væl frá.
Og við 10 málum á muni í steðginum, so er kanska eingin vegur aftur?
- Tað vil eg ikki siga. Vit fáa tvey skjót mál alt fyri eitt, og vit koma eisini til einar tveir aðrar upplagdar møguleikar. Men so endurtekur søgan seg, og vit misnýta og gera feilir, og so er ikki so nógv at gera, sigur Jónleif Sólsker.