Føroyska liðið mátti vera tveir leikarar fyri uttan í mun til dystin í móti Danmark mánadagin. Tá varð spælt í Klaksvík, og var tað ikki fyrr enn í allar síðstu løtu, at eina stigi glapp teimum av hondum.
Í gjár varð aftur spælt, og tað var sjónligt, at leikararnir enn ikki vóru komnir seg heilt, eftir strævna dystin í Klaksvík dagin fyri.
3 mistøk og 3 mál
Føroyska liðið tóktiskt at vera rættiliga stirvið, tá dysturin byrjaði, men tá góðir tíggju minuttir vóru spældir var enn onki mál komið.
Hetta merkti tó ikki, at so var sloppið, tí tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin stóð 0-2 á máltalvuni.
Fyrsta málið kom, tá eitt lítið korter var spælt. Ein finni slapp onkursvegna at standa púra leysur, og tá málverjin so kom óneyðuga langt úr málinum, lyfti hann bóltin hegnisliga upp um hann, og so var 0-1.
Fáar minuttir seinni er aftur galið. Føroyingar rudda ikki burtur, og so kunnu finnar økja um leiðsluna.
Finnar oman á við tveimum málum, og mótbrekkan var longu nú vorðin ov brøtt, og møguleikin at vinna seg aftur í dystin var fyri so vítt farin.
Tveir minuttir fyri hálvleik ger føroyska liðið triðja mistakið, sum kostar mál. Hetta málið var meinlíkt undanfarna málinum, og tóktiskt liðið at vera illa skipað hesa løtuna. Eitt innkast úr vinstru verður tveitt inn í brotsteigin. Føroyska verjan bara hálvklárar, og so er lag á manni hjá finska 10-aranum at leggja bóltin í netið dygst við handaru stong.
Føroyingar geva síðani bóltin upp fyri triðju ferð, og nú eydnast tað fyri fyrstu ferð í dystinum at skapa ein veruligan málmøguleika. Ein føroyingur roynir at leggja bóltin inn til áleyparan, men bólturin tekur í armin á einum finna á vegnum og dómarin dømir brotsspark.
Páll Klettskarð átók sær uppgávuna at taka sær av brotssparkinum. Hann fintaði málverjan til vinstru og ósvikaliga trygt setti hann bóltin upp í høgra málhorn.
Betri skil á
Í seinna hálvleiki var føroyska liðið nógv betri við. Liðið varð umskipað nakað í mun til fyrra hálvleik, og hetta vísti seg at vera skilagott, tí nú stóðu menn nógv betri í verjupartinum, samstundis sum tað eisini byrjaði at rigga fram eftir vøllinum.
Tá tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki fáa føroyingar ein risa møguleika. Sámal Jákup Djurhuus er staddur á miðjuni í høgru síðu og leggur ein framúr góðan bólt heilt niðan í 5-meturin. Men ólukkutíð fær góða sendingin ikki ta lagnu hon hevði uppiborið, tá ein føroyingur í eini roynd at raka málið, sparkar bóltin langt upp um.
Minuttin seinni er aftur um reppið, at Føroyar skora. Páll Klettskarð leggur ein góðan bólt innfyri, men stútarin frá einum føroyingi fer beint framvið málinum.
Tá føroyingar ikki duga at taka av møguleikunum, tá teimum stendur tað í boði, so duga finnar í hinum endanum. Teir fara upp í vinstru síðu og bólturin verður lagdur innfyri. Ein finni og ein føroyingur fara upp í ein luftdyst, og har verður finnin oman á og skallar bóltin í netið.
Hetta hendi tá 57 minuttir vóru spældir, og aftan á komu nakrir møguleikar til báðar partar, har tó onki mál spurdist burtur úr. Serliga kjansurin sum maðurin við 9-talinum á bakinum fekk, tá eitt lítið korter var eftir at spæla, var stórur. Men tíverri fór skot hansara fór beint framvið stongini, eftir at hann annars hevði sýnt frálíkt álopsspæl og sett ein verjuleikara av sær.
Hampiligt úrslit
Sum heild kunnu føroyingar vera hampiliga væl nøgdir við avrikið í Gundadali í gjár. Í fyrra hálvleiki var liðið als ikki klárt, og finnar revsaðu hesum hart. Í seinna hálvleiki gekk tó munandi betur, og áttu føroyingar tá at fingið okkurt málið aftrat.
Men so var ikki, og tí endaði dysturin við einum 4-1 sigri til íslendingar.