Mistak: Fingu 15.000 egg

Stór misskiljing í OL. - Heilt fantastiskt, sigur norski kokkurin.

Vetrarleikirnir í suðurkoreanska býnum Pyeongchang byrja um eina lítla viku, og hóparnir hjá teimum 92 luttakandi londunum eru so smátt við at finna seg til rættis í býnum, har útvið 3.000 luttakarar fara at kappast.


Norski hópurin er eisini komin til býin, og har fingu tey eina heldur margháttiliga fyrstu uppliving. Nærri nágreiniliga vóru tað kokkarnir hjá norska hópinum, sum máttu rinda fyri at tey í býnum ikki tosa so væl enskt.


Ståle Berge, Ståle Johansen og Trond Skogvoll, sum eru kokkar hjá norsku leguni, bíløgdu 1.500 egg, men tá ið teir skuldu taka ímóti bíleggingini, varnaðust teir, at ein misskiljing var komin fyri.


Teir fingu ikki 1.500 egg, men harufturímóti heili 15.000 egg.


- Vit fingu ein hálvan lastbil av eggum. Tíbetur tók heilsølan tey flestu aftur, men vit vóru púra ovfarnir, tá ið teir komu berandi við eggunum. Tað mundi ikki fingið nakran enda. Heilt fantastiskt, sigur Ståle Johansen við NTB.


Nærri nágreiniliga vórðu 13.500 egg borin aftur til heilsøluna, men kokkarnir viðganga, at norsku ítróttarfólkini helst fara at merkja á matskráini komandi dagarnar, at matgoymslan hjá kokkunum er avtakin við eggum.