Mistak var helst orsøk til vanlukku

Ein fyribilskanning hjá týsku hernaðarmyndugleikunum vísir, at ein av týsku hermonnunum gjørdi eitt mistak, tá hann saman við øðrum týskum og donskum hermonnum skuldi oyðileggja eina gamla russiska rakett í Afghanistan. Vanlukkan kostaði fimm hermonnum lívið

Spreingivanlukkan í afghanska høvuðsstaðnum Kabul tann 6. mars, sum kostaði trimum donskum og tveimum týskum hermonnum lívið, stóðst av einum mistaki hjá einum av teimum týsku hermonnunum. Tað upplýsti statsadvokaturin í týska býnum Potsdam í gjár.
Vanlukkan hendi, tá danskir og týskir hermenn vóru í ferð við at oyðileggja nakrar gamlar russiskar rakettir av slagnum SA-3, og ein kanningarnevnd við donskum og týskum umboðum hevur júst verið á vanlukkustaðnum og kannað umstøðurnar.
Donsku hernaðarmyndugleikarnir vilja ikki gera nakrar beinleiðis viðmerkingar til tað, sum statsadvokaturin í Potsdam hevur sagt, men ein talsmaður hjá donsku herleiðsluni segði í gjár, at statsadvokaturin hevði fingið upplýsingar frá teimum týsku umboðunum í kanningarnevndini.
Átta danskir hermenn fingu skaða av spreingingini, og serfrøðingar á økinum hava síðani undrast á, hví so nógvir hermenn vóru hjá rakettini, sum skuldi oyðileggjast. Ein týsk sjónvarpsstøð vildi í síðstu viku vera við, at teir týsku hermenninir høvdu boðið sær til at vísa sínum donsku feløgum, hvussu tær gomlu russisku rakettirnar vóru settar saman, og hvussu tær kundu takast sundur. Týsk-ararnir hildu seg hava betri kunnleika, tí teir høvdu sæð tær russisku rakettirnar í gamla Eysturtýsklandi.
Danska herleiðslan segði týsdagin, at hon fer at bíða við teirri endaligu frágreiðingini, til dansk-týska kanningarnevndin er liðug við arbeiði sítt.