Misteinkiligt deyðsfall í Hvalba

Politiið hevur afturhildið einum manni í Hvalba, eftir at ein 36 ára gamal maður er deyður í einum húsum í Hvalba.

Politiið hevur afturhildið einum manni í Hvalba, eftir at ein 36 ára gamal maður er deyður í einum húsum í Hvalba.

 

– Tað letur til, at hetta er eitt stórmál, og vit mugu samla træðrirnar betur, áðrenn vit fáa sagt nakað nágreiniligt um málið, sigur Jón Klein Olsen, politikommiserur, sum tó váttar, at teir afturhalda einum manni í sambandi við deyðsfalli.

 

– Vit eru við at kanna umstøðurnar og orsøkina til, hví maðurin er deyður. hetta er tað, vit kalla fyri eitt misteinkiligt deyðsfall. Og vit hava sent fólk við tyrlu suður fyri at kanna nærri umstøðurnar, og meira vita vit ikki í løtuni, sigur Jón Klein Olsen.

 

Er nakar handtikin?

 

– Tað fái eg ikki sagt so nógv beint nú, men vit hava afturhildið einum manni

 

Lesið eisini: Politiið hevur sperrað eini hús í Hvalba