Misti bæði pápa og vermóðir í 2014

- Við uppboðssølu av ófiskaðum fiski endar fólksins ogn á útlendskum hondum, sigur Bjarni Petersen, skipari á Arctic Viking.

Hvat hevur tú at siga um árið 2014?

 

- Persónliga var árið 2014 upp og niður, pápi og sviarmamman doyðu, men tíbetur var eg so heppin at verða heima tá.

 

Tað sigur Bjarni Petersen, skipari á rækjutrolaranum, Arctic Viking.

 

- Í 2014 fingu vit ein sera fittan abbason aftrat, sum vit øll gleðast um.

 

Bjarni Petersen sigur, at teir hildu nýggjár vestan fyri Svalbard.

 

- Vit høvdu ein betri døgurða á nýggjárinum, og jólapakkarnar frá Sjómanskvinnuringunum lótu vit upp gamlaárskvøld. Vit vóru annars so hepnir óvæntað at koma heim 24. desember.

 

Skiparin sigur, at hann hevur eingi nýggjárslyfti, men ynskini eru, at tað skal gangast børnum og familjuni væl.

 

- Tað er mítt størsta ynski, leggur hann aftrat.

 

Um útlitini fyri 2015, sigur Bjarni Petersen, at hann hevur góðar vónir í tí vinnu, hann og hansara manning starvast í, tó at teir aftur missa fiskirættindi í ár, tí Grand Bank er stongdur. 

 

- Hetta eru annars veiðirættindi, sum vit hava keypt fyri miljónir. 

 

Bjarni Petersen sigur, at vanligu leiðirnar í Barenshavinum eisini eru nógv minkaðar.

 

- Aftrat hesum kunnu vit eisini staðfesta, at okkara makrelkvota sambært kunngerðini minkar.

 

Bjarni Petersen heldur, at ein av størstu hóttanum móti fiskivinnuni er, at menn í fullum álvara - summir enntá skilamenn - tosa um at selja ófiskaðan fisk á uppboðsølu.

 

Skiparin heldur, at kanska hava Føroyar ikki bestu skipan sum er, men tá hetta verður veruleiki, verður eftir hansara tykki heilt galið.

 

- Eftir fáum árum endar alt á útlendskum hondum ella hjá strámonnum í Føroyum, sum tá teoretiskt kunnu keypa allar kvotur - ella fólksins ogn - ja, enntá fyri eina krónu, tí allir hinir tá eru farnir á húsagang og hava einki skip, tí bankin ikki vil fíggja, sigur skiparin á Arctic Viking, Bjarni Petersen.