Misti fýra børn í tríggjar vikur

Seinastu tríggjar mánaðirnar eru tilsamans 29.000 somalisk børn undir fimm ár deyð av svongd. Ein av mammunum, Kaltum Mohamed, hevur jarðað fýra av sínum børnum seinastu tríggjar vikurnar. Á myndini situr Kaltum við grøvina hjá einum av sínum børnum.

Fyri einans trimum vikum síðan átti hon fimm smá børn. Nú eigur hon bara eina dóttir eftir. Børnini doyðu í hungri fyri eygunum á mammuni og pápanum, meðan tey vóru ávegis burtur frá hungursrakta økinum til somaliska høvuðsstaðin at leita sær hjálp.

Tá børnini gjørdust sjúk, tóku foreldrini tey við á sjúkrahúsið, men tey høvdu ikki ráð at gjalda fyri viðgerðina, sum børnunum tørvaðu.

Men Kaltum Mohamed er ikki einasta mamman, sum hevur mist fleiri av sínum børnum av herviligu hungursneyðini í landinum. Seinastu tríggjar mánaðirnar hava turkur og hungursneyð kostað 29.000 børnum undir fimm ár lívið í syðra parti av Somalia.

ST væntar, at 640.000 somalisk børn eru ógvuliga illa fyri, og tí verður stúrt fyri, at talið av deyðum fer at veksa. Stórar nøgdir av neyhjálp eru á veg, men tað er trupult at vinna fram til syðra part av Somalia, har tørvurin á mati er størstur.