Misti kortið á staðnum

Átta bilførarar vórðu tiknir um vikuskiftið og hjá tí eina stóð serliga illa til. Tað gjørdi tað eisini hjá einum, sum koyrdi útav

Misti kortið á staðnum


Átta bilførarar vórðu tiknir um vikuskiftið og hjá tí eina stóð serliga illa til


Sunnudagin hevði løgreglan ferðkanningar í Kollfarðadali og tað kom illa við hjá nøkrum bilførarum.

Átta bilførara vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt og teir fáa allir eina heilsan frá fútanum.

Hjá tí eina bilføraranum stóð serliga illa til, tí hann misti koyrikortið á staðnuum.

Hann koyrdi 136 km um tíman, har tað er loyvt at koyra 80, so har hjálti ongin góða mamma.

Hann missur koyrikortið í eitt hálvt ár, so kann hann fara upp aftur til koyriroynd.

Tann, sum koyrir 30 km skjótari um tíman enn loyvt er, fær treytaða frádøming. Tað merkir, at hendir tað sama einaferð afturat tey næstu tvey-trý árini, ella har á leið, rýkur kortið.

Men tann, sum koyrir 50 km skjótari enn tað er loyvt at koyra, er ongin bøn, tí so rýkur kortið á staðnum.

Er bilførarin einsamallur í bilinum, sleppur hann at koyra til húsar við løgregluni aftanfyri, og so verður kortið tikið. Er onkur annar í bilinum við koyrikortið og sum kann koyra bilin til hús, sleppur bilførarin heldur ikki hendan seinasta túrin, tí so rýkur tað á staðnum.


Tóku blóðroynd av bilførara

Men hetta vóru ikki einastu bilførarar, sum komu sær í óføri um vikuskiftið.

Tíðliga sunnumorginin fór ein bilur útav vegnum ímillum Hvalvík og Hvalastøðina við Áir.

Bilførarin meiðslaði seg í høvdið og varð fluttur á Landssjúkrahúsið.

Illgruni er um, at bilførarin varð ávirkaður av rúsdrekka, so blóðroynd varð tikin av honum. Hvat víðari hendir, veldst so um, hvat blóðroyndin vísir.


Stjólu yvir 5000 krónur

Men løgreglan hevur eisini havt annað at gera.

Tá ið tveir blaðungir drongir nú ein dagin vóru inni á eini skrivstovu eini ørindi, sóu teir ein brævbjálva við pengum í.

Teir stóðu ikki freistingini og fóru avstað við brævbjálvanum og teimum 5600 krónunum, sum í honum vóru.

Men tað varð eyðsæð, hvørjir tjóvarnir vóru og tí var tað skjótt, at løgreglan tók teir, so tann gátan er loyst og peningurin kom aftur í aftur


Friðarligt vikuskifti

Kortini heldur Løgreglan, at hetta vikuskifti hevur verið av teimum friðarligu hjá løgregluni í Havn.

Politiið sigur, at fríggjakvøldið fingu tveir mans bót fyri at hava brotið politiviðtøkurnar.

Teir vóru farnir til hendurs í miðbýnum, men Løgreglan metti ikki, at talan var um so álvvarsligan bardaga, at talan var um harðskap.

Men teir báðir vóru til ampa fyri onnur, so løgreglan gjørdi stutt og greitt og gav teimum hvør sína bót.

Sostatt er greitt, at tað ber altso ikki til at bera seg at, sum einum lystir.