Misti koyr­i­kortið

Ein maður fekk í dag frá­dømt koyr­i­kort­ið í hálvt ár fyri fyri­lits­leysa koyr­ing, tá hann yv­ir­hál­aði ein bil við ein gong­u­teig, har ein kona skuldi yvur um veg­in við barnavogni.

Hendingin fór fram í apr­íl í ár, tá maðurin kom koyr­andi eftir Hoy­víks­veg­num norð­ur­eft­ir. Hann yv­ir­hál­ar ein bil, sum var steðg­að­ur við ein gong­u­teig. Mað­ur­in, sum yv­ir­hál­ar, varn­ast ikki, at ein kona er á veg út á gong­u­teig­in í vinstru síðu.
Maðurin játtaði seg sek­an í fyrilitsleysari koyr­ing.

Ákærin mælti til, at mað­urin fekk eina bót upp á 1500 krónur og skuldi har­aft­r­at missa koyr­i­kort­ið í hálvt ár. Orsøkin til, at hann skuldi missa koyr­i­kort­ið var, at hann hevði ein ann­an ferðsl­u­dóm frá mars 2008, har hann hevði fingið treyt­að­a frá­døm­ing av koyr­i­kort­inum fyri ov nógva ferð.

Ein av treytunum var, at hann ikki mátti bróta ferðsl­u­lóg­ina næstu trý árini, og tá hend­an roynd­ar­tíð ikki var av, misti mað­urin koyr­i­kort­ið í hálvt ár.

Mað­ur­in tók við dóm­i­num.