Misti pápa, tveir menn og fýra børn

Í dag er stórur føðingardagur í Syðrugøtu, nú Anna Maria Mikkelsen, vanliga nevnd Mia á Støðini, fyllir 100 ár. Familjan hjá Miu veit, hvussu ein 100 ára føðingardagur verður hildin, tí mamma Miu, Jóhanna, gjørdist eisini 100 ára gomul. Jóhanna fylti 100, 19. mai 1977 og doyði ein góðan mánaða seinni. Tá var Mia, sum er fødd 31. mai 1905, 72 ára gomul. Í dag fyllir hon 100. Mia er seinasta einkjan, sum er á lívi eftir teir, ið fórust við Immanuel á vári 1932

100 ár

Mia er fødd á Gadd á Nesi og er dóttir Jóhannus á Gadd og Jóhonnu, sum var ættað av Húsum.
Sjálv sigur Mia, at pápi hennara, sum var farin yvir á Bakkafjørðin í Íslandi at rógva út, sá seg ongantíð, tí hann gekk burtur har yviri, beint áðrenn Mia var fødd.
Sum 20 ára gomul giftist hon til Søldarfjarðar við Sofusi Solmunde í Byrgi. Tey fingu fýra døtur, Hjørdis, Margrethu, Jóhonnu, sum doyði 9 mánaðar gomul og Jóhonnu Sofíu, sum vanliga varð rópt Hannefía.
Trý ár eftir, at maðurin fórst við Immanuel, giftist Mia uppaftur við Jákupi Andreasi í Barbustovu í Syðrugøtu. Tey fingu børnini, Katrin, Marjun og Tórður.
Í dag búgva Mia og Tórður undir somu lon í Syðrugøtu, men Katrin og Marjun eru nógv har eisini. Fleiri av ommubørnunum koma nógv á gátt, tá ið høvið býðst, og familjan er samd um, at tað serliga er Katrin, sum er einkja, ið tekur sær av mammuni.
- Mamma býr heima; hon hevur ongantíð verið á nøkrum heimi, og hon hevur heldur ikki verið til umlætting, sigur Marjun.
Fyrri maðurin hjá Miu, Sofus, doyði soleiðis í 1932, 28 ára gamal ? og seinni maðurin, Jákup Andreas, doyði í 1956, 51 ára gamal.
Tær fýra døturnar í fyrru giftuni eru allar deyðar.
Hóast mótgongd í lívinum, sum byrjaði við, at Mia misti pápan á Bakkafjørðinum, hevur hon altíð verið eitt positivt og trúfast menniskja. At hon framvegis er lættsint og dugir at taka skemtiliga til, upplivdu vit seinasta fríggjadag, tá ið vit vóru inni á gólvinum hjá henni og Tórður í Syðrugøtu.

Blíðskapur
Tú kanst hava arbeitt leingi sum tíðindamaður uttan at hava havt høvi til at skrivað um eitt fólk, sum fyllir 100. Men síðsta fríggjadag var so dagurin komin, tá ið hetta var mín uppgáva.
Sigast má, at hetta var eitt upplivilsi fyri seg!
Í túninum hjá Miu stákaðust teir við at snøgga um húsini, nú so stórur føðingardagur stóð fyri framman. Niðanfyri var uppsett stillads, og uppi í stilladsini stóð Tórður, sonur Miu. Hann var skjótur niður, tá ið hann visti, hvørji ørindini hjá okkum vóru.
- Farið innar; Katrin og Marjun eru har saman við gomlu, sigur Tórður fryntligur.
Í úthurðini tekur Katrin ímóti okkum, og inni í køkinum verða vit sett til borð til gott kaffi og góðar køkur. Borðið er longu dekkað, áðrenn vit koma. Tórður fylgir við okkum innar. Hann er blíður og prátingarsamur og spyr, um vit ikki hava hitt hvønn annan nýliga. Jú, eg beri kenslu á mannin og spyrji, um hann nýliga hevur verið í brúdleypi í bygdarhúsinum í Leirvík ? og so fellir 5 oyrað. Tað er har, vit hava hitst.
Við borðið situr eisini Miriam, sum er ommudóttir Miu. Hon er dóttir fyrsta barnið hjá tí gomlu, Hjørdis. Mirjam er óføra prátingarsom. Hon kennir fleiri, sum eg kenni og spyr eftir teimum.
Katrin stendur uppi og sær eitt sindur ivingarsom út, nú Sosialurin er á vitjan. Hon hugsar, um alt nú er á borðinum, sum skal vera og spyr, um vit brúka mjólk úti. Nei, svart kaffi ella einki kaffi. Katrin tykist lítillátin og minnir um eitt lívsstykki. Marjun, dóttir Miu, tekur eisini lut í prátinum, men er í byrjanini eisini eitt sindur afturhaldin. Best liggur fyri hjá Miriam og Tórða, men sum løtan gongur, gongur eisini prátið væl.
Andrass, ommusonur Miu, sum er komin heim úr Danmark til føðingardagin, er eisini inni á gólvinum. Prátað verður um alt millum himmal og jørð og ikki bara um hina gomlu, sum vit skilja situr inni í stovuni.
Miu hava vit ikki heilsað upp á enn.
Her er so hugnaligt at sita, og prátið gongur nú so væl, at vit tíma ikki at reisa okkum aftur. Katrin kemur aftur við kannuni og fyllir í aftur koppin, sum ikki er meira enn hálvtómur? og so verður ein køkubiti etin aftrat.
- Óli Jacobsen hevði eina góða grein um mammu í Fiskimannablaðnum. Okkurt pinkalítið var komið eitt sindur skeivt fyri, men tað hevði lítið upp á seg. Hann er kanska nakað "fortur", Óli, sigur Tórður.
Hann vísir á, at seinni maður Miu, Jákup Andreas, var 51 ára gamal, tá ið hann doyði ? og ikki 50.
- Vit høvdu telefonstøðina í 27 ár og ikki í 25 ár, sum Óli skrivar. Mamma og pápi yvirtóku støðina í 1947, og støðin var her til 1974.
At Mia verður rópt, Mia á Støðini, kemst sjálvsagt av, at tey høvdu telefonstøðina øll hesi mongu ár.
Í grein síni í Fiskimannablaðnum vísir Óli á eina stuttliga søgu, sum Oddfríður Gregersen fortaldi, tá ið Mia fylti 90.
- Ein morgun ringdi Oddfríður til støðina og biðir um at fáa nummar 20, sum var Ólavur Gregersen. Men tá segði Mia nei: "Í morgun haldi eg, at Ólavur skal fáa frið. Hann er júst blivin pápi til ein drong. So, ring tú aftur eftir døgurða? "
Óli skrivar, at Ólavur átti fimm gentur, áðrenn hann fekk henda eina drongin.
- Soleiðis var Mia ? og harvið bleiv tað, skrivar hann.

Rópar úr stovuni
Meðan vit enn sita við køksborðið, hoyrist fyrstu ferð røddin á Miu út úr stovuni. Hon rópar á eitt av børnunum um eitthvørt.
Nú er tíðin komin at fara innar at heilsa upp á føðingardagsbarnið, sum fyllir 100 um fýra dagar!
Mia situr í einum stóli innast í hugnaligu stovuni við einum minni sofaborði frammanfyri sær. Hon ber seg ógvuliga væl til høga aldurin og tykist vera væl fyri. Ein vøkur gomul kona. Tykist ógvuliga avslappað, men fylgir væl við, hvat fyrigongur rundan um seg. Hon sær, at fremmant fólk er komið á gátt. Haldi tað vera synd at órógva hana, har hon situr í friði og náðum. Fari heilt innar, rætti hondina fram ? og hon rættir mær sína. Meðan vit halda í hondina á hvørjum øðrum, sigi eg, at eg eri versonur systkinabarn hennara á Nesi, Astrid. Jú, Astrid kennur hon væl, tí hon er av Gadd, haðani Mia eisini er ættað.
Eg fortelji, at tá ið hon fylti 90, vóru bæði Astrid og dóttirin, Karhild, í føðingardegi hjá henni.
Mia hoyrir illa. Seti meg tí hinumegin sofaborðið at vita, um hon fer at fortelja mær okkurt ? ella siga okkurt, sum kundi verið áhugavert at havt saman við hesi greinini.
Hini fólkini, sum eru í húsinum hesa løtu, fylgja við innar í stovuna ? og nú er eisini Jan Mohr, sonur Katrin og ommusonur Miu, komin á gátt. Vit kennast, men eg visti ikki, at Mia var omma hansara.
Mia hevur ikki hug at gera nakað serligt burtur úr, at hon fyllir 100 ? og at so nógv skal gerast burtur úr hesum degi.
Hon endurtekur nakrar ferðir, at tá ið hon fyllir 100, verður hon uppi hjá sínum harra og frelsara, sum hon tekur til.
Men tað eru bara fýra dagar, til tygum fylla 100?
- Ja, men tað veit eingin av ? og fær nakar tað at vita, fari eg at krógva meg.
Mia hevur ikki hug at gera nógvan háva burtur úr, og hon líkasum vil ikki "fata", at týsdagin verður ein stórur dagur í Gøtu.
Tygum kunnu vænta, at løgmaður og onnur týðandi fólk koma at heilsa upp á tygum týsdagin, tá ið føðingardagurin verður?
- Oyjesus, tað hopi eg ikki. Kemur løgmaður, so steingi eg hurðina. Tað verður synd, um tey koma, tí eg havi einki at bjóða teimum. Tit kunnu bara siga, at eg eri sjúk?
Meðan vit sita, sigur Mia, at hon er fødd uppi á Gadd á Nesi, har húsini standa á einum kletti.
- Pápi mín sá meg ongantíð. Hann róði út á Bakkafjørðinum í Íslandi, har hann doyði.

Minnist væl
Við tað, at Mia hoyrir illa, er ikki so lætt at samskifta við hana, men tey, sum kenna hana og eru um hana um dagarnar, kunnu saktans tosa við hana um tað dagliga.
- Hon minnist væl, sigur Andrass, ommusonurin, sum býr í Danmark. Eg havi ikki sæð ommu í sjey ár, og nú eg kom heim til føðingardagin, spurdi eg hana, um hon kendi meg. Hon hugdi upp á meg og svaraði: "Kenni eg ikki míni ommubørn, Andrass?"
Hóast høga aldurin, tóktist Mia vera væl fyri.
- Omma býr heima; hon hevur ongantíð verið á nøkrum heimi, og hon hevur ongantíð verið til umlætting. Hon svevur á loftinum og gongur upp á loftið fleiri ferðir um dagin, sigur Mirjam.
Meðan vit sita í stovuni saman við Miu, fellir prátið á Jóhonnu, mammu Miu, ið sum nevnt eisini gjørdist 100 ára gomul.
Tórður sigur, at Mia er nógv betur fyri, enn omman var, tá ið hon fylti 100.
- Omma var seingjarliggjandi, tá ið hon fylti, og hon var næstan blind. Mamma er nógv betur fyri, og hon er nógv byrgari, enn omma var. Jóhanna doyði ein mánaða eftir, at hon hevði fylt 100, sigur hann.
Humoristiski "sansurin" hjá Miu kom rættiliga til sjóndar hendan dagin, vit sótu og prátaðu. Yviri á sofuni gongur prátið um Jákup Andreas, seinna mannin hjá Miu. Tá ið prátið fór at snúgva seg um, hvørt hann var 50 ella 51, tá ið hann doyði, leggur Mia uppí, hóast hon ikki rættiliga hevur fingið við, hvat tosað verður um.
- Var eg 51, tá ið eg doyði, spyr hon og fer at flenna, so tað stendur eftir í!
- Nei, góða, tygum fylla 100 týsdagin ? og tygum eru ikki deyð, sigur eitt av børnum.
Strævnir dagar eru fyri framman hjá Miu og familjuni, nú føðingardagurin stundar til, so vit vilja ikki órógva meira.
Vit reisast, taka í hondina á Miu, ynskja henni ein góðan føðingardag og lova at bera eina heilsu út á Nes. Hon takkar fyri vitjanina. Vit takka fyri høvi at hyggja inn á gólvið og fyri gott kaffi og góðar køkur.
Tá ið vit standa í túninum, hevur Mia reist seg úr stólinum og stendur í stovuvindeyganum og veittrar farvæl.
Vit ynskja Miu og familju hennara hjartaliga tillukku við stóra føðingardegnum í dag.