Tað hevur verið rættiliga svart í mjørka í dag, og tað kom dátt við hjá einum útlendskum ferðamanni.
Saman við 13 área gamla soninum var hann farin ein túr í Hagan við Saksun seinnapartin, men so kom mjørki á teir, og brádliga misti hann sonin burtur.
Hann gjørdi av at ringja til løgregluna at biða um hjálp, meðan hann helt á at leita eftir soninum. Men løgreglan sigur, at ímeðan tey tosaðu í telefonini, fann hann sonin aftur, so tann leitingin varð avblást, longu áðrenn tilbúgvingin varð sett í verk.
Seinastu dagarnar hevur tað verið gerandiskostur, at fólk eru komin illa fyri, bæði á sjógvi og á landi, og hetta var so seinasti tilburðurin, men hesa ferðina varð vandin tíbetur av, longu áðrenn nakað varð sett í verk.