Tað hevur vakt ans í Svøríki, at tann maðurin, sum løgreglan metir stóð aftanfyri álopið á Stockholm fríggjadagin, var blivin útvístur úr Svøríki.
Maðurin megnaði kortini at verða verandi í landinum, uttan at myndugleikarnir vistu av tí.
Tann 39 ára gamli maðurin úr Usbekistan, sum verður mettur at vera gerningsmaðurin, varð útvístur í 2016. Stefan Löfven, svenski forsætisráðharrin, er ørkymlaður av hesum tíðindum.
Við svenskar miðlar sigur hann, at tað er ørkymlandi, at skipanin ikki hevur megnað at tryggja sær, at tann mistonkti í roynd og veru fór úr landinum.
- Tað er umráðandi, at vit betra um okkara førleikar til at føra avgerðir hjá myndugleikunum til dyrnar - ikki minst so vit kunnu hava álit á skipanina, segði hann við Aftonbladet.
Tann mistonkti søkti um uppihaldsloyvi, men varð avvístur av svensku útlendingamyndugleikunum, sum góvu honum fýra vikur at fara úr landinum.
Hann varð í 2017 eftirlýstur av løgregluni, men megnaði at halda seg fjaldan frá skipanini við millum annað at hava eina falska adressu, skrivar DR