Mistu á stokkinum

Kvinnulandsliðið var á odda 1-0 móti Luksemborg, men endaði við at missa alt á stokkinum

Føroyska liðið, sum byrjaði dystin móti Luksemborg í kvøld. Vertirnir vunnu 2-1. Mynd: Bjarni Enghamar

Tað stóð á jøvnum heilt inn í tíðina, sum dómarin hevði lagt afturat og tí var tað eitt vónbrot, tá Luksemborg skoraði sigursmálið til 2-1, skrivar Fótbóltssambandið.

 

– Tað var eitt stórt vónbrot at tapa hendan dystin, tí javnleikurin hevði smakkað so nógv betri nú. Men vit kunnu bert taka tað góða við okkum víðari á leiðini og læra av hesum báðum dystunum, sigur Ásla Johannesen eftir vinardystin móti Luksemborg í kvøld.

 

Og har var helst bæði gott og ringt at taka við úr dystinum sum heild. Føroyska avrikið sá meira sannførandi út í fyrra hálvleiki, har okkara kvinnur vóru tendraðar og stinnar í nærdystunum. Bólturin varð ofta vunnin á føroyskar føtur, og fleiri ferðir lógu føroyingar eisini framvið málinum hjá mótstøðuliðnum.

 

Størsta føroyska løtan var eisini í fyrra hálvleiki. Ein hálvur tími var spældur, tá Heidi Sevdal við einum væleydnaðum langskoti legði Føroyar á odda við sínum 26. máli í landsliðsbúnanum. Støðan helt sær til hálvleiks og lagið var sjálvsagt gott í føroysku leguni.

 

Men steðgurin mundi koma væl við hjá vertunum, og tær komu væl betri út aftur til seinna hálvleik. Føroyska liðið brúkti meira orku í verjustøðu og vertirnir vóru við leikliga yvirvág. Tað gjørdist eisini greitt á máltalvuni longu fimm minuttir inni í seinna hálvleiki. Luksemborg spældi seg ígjøgnum í vinstru síðu, og frammanfyri málið stútaði Amy Thompson bóltin í netið til 1-1.

 

Tann støðan helt sær restina av vanligu leiktíðini. Tað var langt ímillum føroysku vitjanirnar uppi í brotsteignum hja Luksemborg og tí kundi javnleikurin helst verið eitt góðtikið úrslit havandi leikgongdina í huga. Men so skuldi tíverri ikki vera.

 

Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, kundu vertirnir spæla eitt langt útspark frá málverjanum heilt niðan í føroyska brotsteigin. Har slapp Laura Miller framvið føroysku verjuni og úr spíksum vinkli skoraði hon sigursmálið fyri Luksemborg.

 

Tað næsta á skránni hjá kvinnulandsliðnum nú, er Nations League kappingin, sum fer av bakkastokki í heyst. Lutakastið til kappingina verður 2. mai, og tá verður sostatt greitt, hvørjum Føroyar skulu spæla teir seks NL dystirnar ímóti í september, oktober og november.

 

Niðanfyri eru myndir frá dystinum í kvøld, sum Bjarni Enghamar hevur tikið.

 

##ms##

 

Føroyska liðið, sum byrjaði dystin móti Luksemborg í kvøld. Vertirnir vunnu 2-1. Mynd: Bjarni Enghamar